top of page
  • Sjúrður

H71 hølvaði hinar av - Ingi sera nøgdur við sannførandi sigur

Kvinnurnar hjá H71 royndu seg á fyrsta sinni í Evropa Cup, og tað var vorðið sum fyrsta avrik hjá H71.

Vit prátaðu við Inga Olsen, venjara.


Eitt... serligt lið... úr Makedonia trýsti leikferðina upp, og tað hóvaði hoyvíksgentum væl. H71 rann skjótari, klókari og betri - og var eisini fleiri flokkar omanfyri hinar í góðsku.

H71 vann 43-26, og kann spara leikarar tá ið liðini dystast av nýggjum í morgin.


Minni enn eitt samdøgur var frá dystarenda til dystarbyrjan í morgin, so eg vildi ikki órógva leikararnar, sum longu vóru farnir at eta (og mansdysturin var um at byrja). Men vit fingu orðið á Inga Olsen, venjara. Lurta niðanfyri.

FM1 var upptikið av fótbólti leygardagin, so vit søgdu ikki frá hesum framúr avrikið hjá H71-kvinnum, men saman við Andriasi Eriksen, valdu vit Janu Mittún til dagsins leikara - og høvdu eisini Brynhild Pálsdóttir uppi at venda.


Ingi Olsen segði millum annað soleiðis

- Fyri tað fyrsta eru vit eitt betri lið. Vit eru nógv betri samanspældar.
- Hinar eru øgiliga ótolnar og spæla stutt álop, tí er tað avgerandi at okkara verja stendur stinn beinanvegin, tí tær leypa á beinanvegin. Tað riggaði ikki serliga væl í fyrra hálvleiki. Men vit rætta tað til í seinna hálvleiki, og at enda er munurin rættiliga stórur
- Vit fara eftir at fáa eina góða uppliving í morgin
- Tað hevur verið okkara aðalmál í fjør og higartil í ár at hvør spælari fer inn og leverar tað sum hon skal. So má alt uttan um - hetta við at vit spæla Evropa Cup - koma í aðru røð. Og tað hava tær dugað øgiliga væl - at hava tað fokusið. Tær sum koma inn hava so tað uppgávuna, at tað skal vera líka gott.
- Vit gera eitt hav av mistøkum. Og tað eru mistøk sum vit ikki hava sæð vanliga. Eg samanberi tað við, at ein bilur hevur staðið í fjúrtan dagar, tá eru bremsurnar ofta rustaðar. Og tað tekur eina løtu áðrenn tú fært bankað tann rustin av. Tað gjørdu vit so í hálvleikinum.
- Eg vónaði og væntaði at vit fóru at vinna. At vit fóru at vinna so greitt, hevði eg ikki roknað við.
Allar taka ábyrgd. Eg eri sera sera væl nøgdur

Lurta eftir allari samrøðuni á spælaranum niðanfyri:


Vit vísa til dystarfrásagnir á:

Og



Tú kanst lurta eftir fleiri samrøðum, frásøgnum og øðrum á trok.fo/lurta, ovast í høgra bredda, ella í skránni um tú brúkar telefonina.

bottom of page