top of page
  • Sjúrður

Hjalti: - Vit spæla ein heilt ótrúliga góðan fyrra hálvleik (og so góðan hevði eg ikki væntað)

Føroyskur ungdómshondbóltur tók enn einaferð eina stórtjóð á bóli, tá ið føroyska U18-landsliðið hjá monnum vann sannførandi sigur á Norra


Trok.fo hitti landsliðsvenjaran eftir dystin



Føroyska U18-landsliðið eftir sín fyrsta dyst nakrantíð. Tað gjørdist til sannførandi 28-25 sigur á Norra. Aftast frá vinstru: Djóni G. Joensen, venjari, Óla Jákup Olsen, Marcus Bramsen, John Vilhelm Skaalum, Rói Thomsen, Ísak Vedelsbøl, Sofus í Selvindi, Ròkur Ziskason, Búi Poulsen, Ári E. Dam, málverjuvenjari, Hjalti Mohr Jacobsen, venjari. Fremst frá vinstru: Durita Rouch, fysio, Trúgvi Hávardsson, Óli Mittún, Niklas Gaard, Alexandar ”Sasha” Lacok, Tórstein Sivertsen, Tróndur Johnsson, Rói Haldansen, Helgi Poulsen




- Hetta er fyrsti dystur vit nakrantíð spæla, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, U18-landsliðvenjari, eftir at føroyska U18-manslandsliðið hjá monnum hevur vunnið 28-25 á Norra í venjingardysti í Høllini á Hálsi hóskvøldið.



Venjarin er fegin um sigurin og um at hetta liðið endiliga er sloppið at royna seg ímóti øðrum tjóðum.


- Vit hava vant í hálvtannað ár nú, og alt higartil er blivið avlýst vegna korona.

Og vit møta so einari tjóð, sum kanska er topp-6 ella topp-8 í heiminum, og vit spæla ein heilt ótrúliga góðan fyrra hálvleik - og tað má eg siga, at so góðan hálvleik hevði eg ikki væntað.


- Alt í alt eri eg ótrúliga fegin, og eg eri glaður fyri at vit eru komin ígongd og sleppa at royna okkum ordiligt, sigur Hjalti.


Føroyar vóru greitt betra liðið í fyrra hálvleiki, og landsliðsvenjarin hevði ikki torað at vænta, at tað skuldi ganga so væl í fyrsta dystinum.


- Eg eri ovfarin av, at vit kunnu klára okkum so væl í fyrra hálvleiki.

- Teir fyrstu 40-45 minuttirnar í dag spældu vit ótrúliga væl sum lið, staðfestir venjarin.


Dreingirnir hava verið hugagóðir hóast avlýsingar

Spenningurin um at síggja hendan árgangin ímóti øðrum tjóðum hevur eisini verið stórur hjá landsliðsvenjarunum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen, sum saman við leikararunum máttu brynja seg við toli í hálvtannað ár.


- Vit skuldu vera til eina kapping niðri. Og so skuldi vit spælt eina kapping í Svøríki. Og so skuldu vit spælt ein vinardyst ímóti Íslandi - Men alt varð avlýst.

Men dreingirnir hava verið hugagóðir og hava vant væl, hóast vit ikki eru slopnir at spæla dyst, greiðir Hjalti frá.


Langt mál ímóti EM

Spæla dyst sleppa dreingirnir næsta summmar, og tað eru vorðið sum dystir.


Hesir venjingardystirnir ímóti Norra eru partur av fyrireikingum til U18-EM-endaspælið næsta summar, har Føroyar luttaka. Vit spyrja hvussu vónirnar til EM eru.


- Tað sær gott út í dag, men tað er langur vegur og tað eru ótrúliga góðar tjóðir vit fara at møta. Men vit eru sjálvandi fegnir at hava fingið eina gávu frá tí eldra árganginum.

Og tað er ótrúliga stuttligt at hava eitt langsiktað mál, sum eitur EM í Montenegro í August 2022.


Greiðar ætlanir

Og ætlanirnar eru eisini greiðar fyri hvønn einasta leikara fram til næsta summar, sigur venjarin.


- Hvør leikari í hópinum veit hvat hann skal arbeiða við, fyri at taka lut á hesum liðnum. Vit hava lagt eina langtíðarætlan fyri hvønn einstakan leikara. Vit royna at byggja bæði eitt verjukonsept og álopskonsept upp, sum vit skulu brúka sum frá líður.


- Tað er øgiliga nógv sum vit kunnu gera betri

- So vit byggja tað stilt og róligt upp, sigur landsliðsvenjarin, áðrenn vit spyrja um tað merkir at tað so verður upp aftur betri sum frá líður. Men venjarin vil hava okkum niður á jørðina aftur, og vísir á, at har er framvegis nógv sum skal betrast:


- Fyrri hálvleikur var so góður, at vit skulu ikki vænta alt ov nógvar afturat av hasum.

Seinasta korterið í seinna hálvleiki var eitt sindur keðiligt, men hetta er eisini fyrstu ferð at vit spæla dyst saman.

Vit gerast móðir og frustreraðir - og tað skulu vit eisini læra.


- Vit hava havt alt fokusið á okkum sjálvar, og nú kunnu vit so fyrireika okkum til hvat Norra kemur við til seinna dyst.

Og so fara vit at hyggja eftir hvat vit sjálvir kunnu gera betri.

Tað er øgiliga nógv, sum vit kunnu gera betri. So har er nógv at brúka orku uppá til leygardagin, sigur ein fegin Hjalti Mohr Jacobsen eftir føroyska sigurin á Norra.


Føroyar og Norra U18-spæla aftur leygardagin klokkan 18.00.


Vilt tú heldur hoyra Hjalta við egnum orðum? Hoyr alla samrøðuna á trok.fo/lurta (trýst)


bottom of page