top of page
  • Helgi

Hákun á vikunnar lið

Hákun West av Teigum er kosin besti høgri vongur í 10. umfari í bestu donsku deildini. Hettar er fyrstu ferð hann er kosin besti leikarin á sínum plássi í ár.

Hákun West av Teigum. Mynd: Skanderborg Århus Håndbold

Sjey mál í týdningarmiklum sigri


Orsøkin til at Hákun vinnur plássið hesa vikuna hongur saman við dystinum ímóti Ribe Esbjerg. Hákun skoraði ikki færri enn sjey mál, og spældi ein stóran leiklut tá Skanderborg-Århus vunnu 31-28 á útivølli.


Í donsku bestu deildini verða tað roknaði "MEP" stig eftir hvønn dyst. MEP merkir "Most Effective Player". Eftir hvørt umfarð verður besta liðið kosið. Tað eru leikararnir við hægst MEP stigum á sínum plássið sum enda á liðnum.

Hákun fekk 4,26 MEP stig hettar umfarið.


Í næstu viku skal Hákun til Føroyar til landsliðsvenjingar í eina viku. Venjararnir Peter Bredstorf Larsen og Lars Møller hava úttikið ein stóran hóp, sum skulu venja saman og spæla innanhýsis dyst komandi leygardag í Klaksvík.


Góð byrjan


Skanderborg liggur í løtuni nummar trý í bestu deildini í Danmark. Teir hava 14 stig eftir nýggju dystir. Teir hava millum annað vunnið á TTH Holsterbro, Skjern og Sønderjyske.

Áðrenn kappingarárið byrjaði legði Skanderborg saman við Århus Håndbold, sum fóru á heysin beint áðrenn endaspælið í fjør. Tað hevur elvt til stórt kjak bæði í Århus og Skanderborg. Hóast tað hevur felagsliðið funnið eitt gott stev í fyrstu dystunum í ár.


Næsti dystur hjá Skanderborg-Århus verður toppdystur í móti GOG. Hann verður spældur í Skanderborg 11. november, tá altjóða vikan er liðug.



bottom of page