top of page
  • Helgi

Ein umbiðin vøra uttanlands

Tað grør um gangandi fót í føroyskum hondbólti. Hetta sæst eitt nú aftur í leikaraflytingum til komandi kappingarár. Niðast sært tú allar føroyingarnar, sum hava trokað seg framat útlendskum feløgum í summar.


Myndir av landsdystum: Harald Bjørgvin


Føroyingar eru blivnir ein umbiðin vøra

Tey nógvu skiftini vekja ans hjá fleiri hondbóltsáhugaðum í heiminum. Nógvir av ungu leikarunum vera róstir á sosialu miðlunum, og Føroyar eru blivnar heimskendar í hondbólti seinastu árini.


Vit hava spurt ítróttarstjóran í Hondbóltssambandi Føroya hvat orsøkin er til stóru umrøðuna og nógvu skiftini.


Tað er fyrst og fremst teir góðu leikararnir sum vekja ans. Tað er kvaliteturin sum ger av, um feløg uttanlands eru áhugaði í at fáa ein føroyskan leikara ella ikki, sigur Mark Lausen Marcher, ítróttarstjóri í HSF.


Hann leggur afturat, at onnur ting eisini spæla ein leiklut.


Harafturat eru føroyskir leikarar ofta "value for money". Hetta vístu nógvir av 96-árganginum, tá teir leitaðu uttanlands eftir HM endaspælið í 2017, sigur hann.


Grundarbeiði sum feløgini í Føroyum gera, eigur at vera róst nógv, heldur ítróttarstjórin. Tað er framhaldandi framgongd, sum er úrslit av miðvísum arbeiði.


Kvaliteturin í feløgunum verður støðugt betri, og harafturat leggjast fleiri leikarar afturat. Tað sigur okkum at feløgini eru góð til at geva pláss og bjóða øllum teimum ið vilja spæla hondbólt eitt gott tilboð, sigur Marcher.


Vit gera vart við, at journalisturin sum skrivar hettta, er ein av leikarunum sum hevur skift millum feløg uttanlands.


Hvat eyðkennir føroyingin?

Tey góðu feløgini vilja hava góðar leikarar. Men tað er ikki bert tað sum ger, at feløgini vilja hava føroyingar. Tað er eitt nú lættari at síggja føroyskar dystir, við stroymingartænastuni Live.hsf.fo. Men fyrst og fremst eru tað førleikarnir sum avgera um feløg vilja hava ein leikara.

Okkara leikarar eru ofta serliga góðir í duellspælinum, sum nógv av feløgunum í Norðurlondum eru áhugaði í, sigur Marcher.


Úrsltini hjá landsliðnum spæla eisini ein stóran leiklut, tí tað er har umboðsmenn sita og hyggja fyri feløgini.


Í altjóða hondbólti er lættari hjá øðrum at meta um leikararnar, tí har spæla teir ímóti mótstøðu sum er lætt at sammeta við, leggur hann afturat.


Elias Ellefsen á Skipagøtu er ein av leikarunum sum skifti úr Føroyum til Svøríkis, og tað hevur eydnast heilt væl. Mynd: Harald Bjørgvin

Deildirnar her heima eru ein góð arena

Hóast endamálið hjá nógvum leikarum, sum fara uttanlands, er at vinna sær pláss á landsliðnum, merkir tað ikki at føroyska deildin ikki er nóg sterk.


Tað at nógvir leikarar fara uttanlands er sum so ikki nakað nýtt. Serliga tá ungir leikarar síggja at tað eydnast, ger tað at leikarar í Føroyum vilja gera meira, og harvið styrkja deildina.


Vit skulu eisini minnast til, at næstan allir leikarar á landsliðunum hava spælt í føroysku deildini, sum fortelur okkum at tað er ein góð menningardeild fyri nógvar leikarar. Tað er ógvuliga positivt, og sigur okkum at støðið á dagliga tilboðnum í feløgunum er gott. Tað endar eisini við at styrkja landsliðini, sigur Marcher.


H71 sendir fimm avstað

Føroyameistararnir missa heili fimm av berandi leikarunum sum vunnu temum greipuna farna kappingarár. Felagið, sum hevur fostrað nógvar av ungu monnunum sum hava verið til endaspøl í summar, sigur farvæl við eitt nú Paula Mittún, bróðurin Óla og Paula Jacobsen.


Skiftið hjá Óla Mittún til Savehof, er uttan iva tað størsta skiftið í ár, men tað eru aðrar flytingar sum kunnu vera minst líka spennandi.


Mark Lausen Marcher, ítróttarstjóri í HSF, sigur at skiftið hjá Paula Jacobsen er áhugavert av fleiri orsøkum.


Hetta er ein stór avbjóðing hjá Paula, ikki bert ítróttarliga. Vit vóna at skiftið hjá Paula fer at lata eyguni hjá øðrum upp fyri at skifta til feløg uttanfyri norðurlond. Tað er stórur munur á spælistílinum, og hondbóltsmentanini, í Fraklandi í mun til Skandinavia, sigur hann.


Harafturat fara vinstri vongurin, Janus Djurhuus og strikuleikarin, Pætur Mikkjalson eisini av landinum at royna eydnuna. Pætur Mikkjalson, sum spældi umleið eitt hálvt ár við hoyvíkingum farna kappingarár, leitar enn eina ferð út um landoddarnar at finna eydnuna. Hesa ferð í Svøríki við felagnum AMO HK, sum spælir í næstbestu deildini í Svøríki.


Pauli Jacobsen er ein av hoyvíkingunum sum hevur skift úr barndómsfelagnum H71. Hann skal royna seg í næstbestu fronsku deildini. Mynd: Harald Bjørgvin

Metnógvar flytingar millum útlendsk feløg

Heili níggju leikarar flyta hetta summarið frá einum felagið uttanlands til eitt annað.

Sum vit skilja á Trok, er tað met. Eitt nú kunnu nevnast Kjartan Johansen, sum flytir aftur til Norra, eftir eitt ár í bestu svensku deildini, og Vilhelm Poulsen sum skiftir Fram í Íslandi út við Lemvig Thyborøn í bestu donsku deildini. Hesir báðir hava kappast um plássið á høgra bakki á landsliðnum seinastu tíðina.


Føroyingafelagið Ajax

Keypmannahavn hevur ikki bert Oyrasund og Føroyingahúsið longur. Nú skulu vit eisini telja felagið, Ajax København við tá ið vit hugsa um hvar føroyingar savnast. Heili fimm landsliðsleikarar spæla í løtuni í felagnum. Brandur Halgirsson, Leivur Mortensen, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Rakul Wardum og Súna Krossteig Hansen. Landliðsvenjarin hjá kvinnum, Sonni Larsen kann síggja tríggjar leikarar í einum dysti, tá hann skal vita hvussu gongst teimum.


Landsliðsvenjararnir hava eina størri uppgávu nú, enn fyri nørkum áðrum síðan. Tað er ofta langt ímillum landsliðssavningarnar, og tí kann tað ganga langt ímillum at venjararnir síggja leikararnir í spæli.


Tað er ein avbjóðing. Tað er ein logistikkspurningur, tí tað er snøgt sagt ómøguligt at síggja alt í hallunum. Stroyming ger tað lættari, og harafturat eru tað færri dagar at leikararnir kunnu savnast, nú tá so nógvir spæla uttanlands, sigur Mark Marcher.


Teis Horn Ramussen, sum hevur spælt í Tønder seinasta árið, er farin at royna eydnuna í Norra


Íslendingar vilja framvegis hava føroyingar

Ólisdeildin, sum besta deildin í Íslandi eitur, fær enn ein føroying, meðan næstbesta deildin fær tveir. Umframt Allan Norðberg og Nicholas Satchwell í KA, og Dánjal Ragnarson í ÍBV, fer Janus Djurhuus at spæla við Dánjali í ÍBV. Eisini Andri K. Hansen og Jonn Rói Thorfinnson fara til næstbestu deildina. Til ávikavíst Fjølnir og Þór Akureyri.





Um tit hava frætt um okkurt skifti, sum vit á Trok ikki hava fingið við, kunnu tit skriva til Helgihoydal@gmail.com


bottom of page