top of page
  • Sjúrður

Lurta: H71-kvinnur troka seg nú fram í Evropa

Fyri góðum fýra árum síðani hevði H71 ongantíð spælt í fremstu føroysku kvinnudeildini. Nú hava tær troka seg fram í oddin á føroyskum hondbólti - og víðari í evropiskum hondbólti. Trok.fo fegnaðist um hetta fyri opnari mikrofon á FM1

Trok.fo-høvundarnir, Helgi og Sjúrður, stóðu fyri frásøgnini á FM1-radio, umframt stroymingini hjá H71 og HSF, tá ið H71-kvinnur staðfestu víðari luttøku, við 35-27 sigri á Cair-Skopje.

Niðanfyri kunnu tit lurta eftir prátinum, sum vit báðir høvdu um hetta H71-avrikið í Evropa, umframt at vit prátaðu um føroyskan hondbólt sum heild og útisetar. Síðani fóru vit við mikrofonini oman til Mariu H. Weyhe og Sáru Jacobsen, sum nú kunnu gleða seg til enn eina avbjóðing í Evropa.


Lurta á spælaranum niðanfyri:




Øll frásøgnin kann hoyrast her:




Fyri dystarfrásøgn á skrift viðmæla vit at lesa Ítrott og rørslu (trýst)


Trok ynskir H71 til lukku við enn einum varða á leiðini, og bestu eydnu víðari í Evropa!




bottom of page