top of page
Sjúrður

Lurta: Maria skorar vikunnar mál í Evropa

Xenia Hodel og Maria Halsdóttir Weyhe høvdu verið í víggi fyrr.


Fyrstu ferð fyri trimum árum síðani í Sveis. Tá vann Sveis 25-21 á Føroyum og spældi seg víðari í HM-undankappingini. Tær báðar skutu tvey mál í part.


Tær hittust aftur í vár, tá ið Sveis vann 26-18 á Føroyum. Ta ferðina skoraði Hodel seks ferðir. Maria skoraði fýra.


Nú leygarkvøldið í Hoyvík endaði Maria við 17 málum ímóti teimum seks hjá Hodel. Og tað var ikki bert í tølum at Maria var nógv betri enn mótstøðukvinnan



Maria Halsdóttir Weyhe var flúgvandi í Evropabragdinum hjá H71 leygarkvøldið. Mynd: Jan Sørensen / H71


Tað vóru nakrir hugtakandi minuttir, tá ið Spono Eagles og H71 fóru undir seinasta korterið í fyrra Evropa Cup-dystinum leygardagin.

Eagles høvdu minkað úr níggju málum niður í fimm mál á muni, tíðliga í seinna hálvleiki, og mundu tevja møguleikan at koma víðari.

Men H71 tók time-out og fekk um endan. Munurin var varðveittur á einum seks málum, og nú kom ferð á málskjótingina - Og tað vóru vøkur mál, sum vóru á veg.


Fyrst langaði Jana Mittún eitt øgiligt undirhondsskot í Eagles-málið. Stutt eftir vann Lív Bentsdóttir Zachariassen bóltin í verjuni, og sendi bóltin í tómt mál. Málverjin var á veg heim, men skotið hevði júst røttu ferðina og hæddina og bólturin fór í netið áðrenn málverjin.

Síðani vísti sveisiski landsliðsleikarin, Xenia Hodel, øgiliga skotstyrki við rimmar skotið dygst upp í málhornið - Og so kom besta málið av øllum.


Maria legði enn einaferð trýst av vinstra bakki og eitt sindur inneftir. Haðani hevði hon allan dystin sent skotini í málhornini. Fyrst serliga niðri við, men stutt frammandunan eisini upp í handara horn. So Xenia Hodel og Eagles-verjan skuldi serliga ansa eftir har.

Men hesaferð tók føroyingurin enn einaferð verjuna og málverjan á bóli. Hon sveiggjaði armin tvørtur um verjuleikaranum fram við mjødnini høgrumeðin seg og setti síðani bóltin dygst og rimmarfast upp í málhornið vinstru megin seg.


Trok.fo er so ikki í iva. Hetta var (minst) vikunnar mál í Evropa.

Lurta her hvussu Sjúrður royndi at greiða frá málinum beinleiðis á FM1. Tað gjørdist mest róp og geyl, so tíbetur kom Andrias Eriksen, sum so mangan, til hjálpar.



Hoyr hetta og mangt annað á trok.fo/lurta ella á Spotify, við at leita eftir trok.fo



Comments


bottom of page