top of page
Helgi

Marius skal venja kvinnurnar hjá STÍF

Updated: Oct 31, 2021

STÍF boðað í tíðindaskrivi leygarkvøldið, frá at tað verður Marius Joensen, sum skal venja føroyameistararnar restina av kappingarárinum. Hann tekur við starvinum eftir at Ljubica-Buba Hansen fór frá sum venjari.



Marius Joensen, nýggjur høvuðsvenjari, og Rúni Rasmussen, formaður í StÍF. Mynd: STÍF


Stóra árbyrgd


Marius Joensen hevur verið fyribils venjari hjá strandingum síðan Ljubica-Buba Hansen fór fra. Nú er sáttmáli gjørdur, sum er galdandi restina av kappingarárinum.


Umframt at venja besta liðið hjá kvinnum, fær Marius ábyrgdina av øllum gentuliðunum í felagnum.


Marius er ein kendur maður í hondbóltsumhvørvinum. Hann hevur drúgvar royndir sum bæði leikari og venjari. Hann hevur bæði vunnið FM og steypakappingina fleiri ferðir.


Marius vandi millum annað mennirnar hjá STÍF í kappingarárinum 2019/20 tá teir vóru nær við at koma í endaspælið. Tá bleiv kappingin avbrotin orsakað av korona.


Skulu finna stevið aftur


Tað hevur ikki gingist so væl sum strandingar vónaðu hettar kappingarárið. Tær hava fýra stig eftir seks dystir, og tað má sigast ikki at vera ein góð byrjan hjá liðnum, sum hevur steypið í løtuni. Næsti dystur hjá STÍF í SMS-deildini verður sunnudagin 31. oktober tá tær vitja í Havn. Kyndil er mótstøðulið, og tær liggja í løtuni á odda í SMS-deildini við 10 stigum eftir seks dystir.


Marius hevur førleikarnar


Um Marius Joensen stendur í tíðindaskrivinum millum annað:


Marius hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum.


Hann spældi í mong ár á besta liðnum StÍF. Hann hevur vunnið FM og fleiri ferðir verið steypavinnari.


Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand.pæd.pæd.psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum.


Marius er 42 ára gamal, ættaður av Skála, men býr á Strondum saman við familjuni.


Alt tíðindaskrivið kann lesast her: STIF.fo

Comments


bottom of page