top of page
Sjúrður

Nógv nógv betri - men seks mál ov nógv á muni

Eftir 50 minuttir stóð 20-15 á støðutalvuni, men Danmark endaði við at vinna 26-15 á Føroyum í seinasta dystinum í EM-undankappingini -

Men latið okkum bara gloyma seinastu tíggju minuttirnar!

Tí í 50 minuttir spældu vit við aga, toli og frekleika - Sum skuldi givið penari úrslit av sær ímóti HM-bronsuvinnarunum


(Hagtøl frá Eurohandball niðast á síðuni)


Hesin fyrri hálvleikurin var nakað heilt annað enn tann á Hálsi í heyst.

Tá vísti støðutalvan 6-0, 10-2 og 18-5 til Danmark í fyrra hálvleiki.


Í dag vóru Føroyar á odda 2-0 og 4-2 fyrstu løturnar. Vit byrjaðu rætt og slætt betri enn danir í dag.


Álopini vóru væl sett upp. Vit vistu hvar vit vildu leypa á, og bæði Jana Mittún, Marianna G. Eystberg og serliga Súna K. Hansen vunnu sínar tvídystir ferð eftir ferð.


Oftast úrslitaði tað í annaðhvørt føroyskum máli ella brotskasti, sum Maria H. Weyhe setti trygt í danska málið - fimm ferðir eydnaðist hetta í fyrra hálvleiki.


Ótrúliga góð føroysk verja

Í hinum endanum fingu vit ótrúliga væl fatur á danska álopinum. Og tá ið eg sigi ótrúliga, meini eg rætt og slætt, at eg hevði ikki trúð at hetta fór at eydnast so væl, sum tað gjørdi.


Vit takklaðu, vit órógvaðu og vit bjargaðu - Annika Fríðheim Petersen stóð einki aftanfyri heimsins besta leikara 2021, Sandru Toft, sum stóð í danska málinum.


Annika endaði eisini við at vera kosin besti leikari hjá Føroyum.


Verjuliga kundu vit neyvan biðið um betri avrik í fyrra hálvleiki. Eg kundi ikki halda mær at tendra TV2, eftir at Súna fyrst blokkaði fyri donskum skotið og Jana síðani tveitti bóltin til Ninnu, sum var farin í skjótálop. Hon var ísakøld og skoraði til 4-2.

Danir vóru imponeraðir av føroyska frekleikanum.


Miseydnaðir møguleikar vórðu munurin

Vit komu kortini í nakrar tungar aldur í álopinum í løtum, og fingu einar tveir málturkir, sum kostaðu okkum leiðsluna.


Danmark otaði seg fram um miðskeiðis í fyrra hálveiki, og endaði við at vera á odda 12-9 við steðgin.


Framvegis púrasta góðkent ímóti HM-bronsuvinnarunum, sum vóru so óreinir við okkum á heimavølli í heyst.


Í seinna hálvleiki sótu vit mest sum bara og bíðaðu eftir, at Danmark skuldi seta hægri ferð á. Men vit stóðu ófatuliga ímóti.


Lív og Vár í miðverjuni fangaðu ein bólt fyri og annan eftir, meðan vit aftur fóru at vinna tvídystirnar í álopinum.


Serliga við Janu á vinstra bakki. Danir mundu hava prátað um at ikki gera fleiri brotskøst, tí nú sloppu vit fríari ígjøgnum.


Rakul Wardum kom inn í føroyska málið, eftir at Annika hevði bjargað væl við høvdinum.

Rakul traðkaði eisini til við góðum bjargingum, og samanspælið við verjuna riggaði væl.


Dómararnir billaðu sær ov nógv inn

Eftir einar 40 minuttir fleyg Jana Mittún enn einaferð ígjøgnum donsku verjuna og minkaði um munin til 16-12.


Vit fingu fleiri góðar møguleikar hesa løtuna, men vit miseydnaðust við góðum møguleikum - har dómararnir eisini byrjaðu at spilla okkum spæli.


Vit fingu ikki brotskøst nú, og Danmark slapp við skrekkinum tá ið Jana aftur var ígjøgnum, men ikki fekk mál.


Danmark fekk ikki loyst føroyska fintuspælið. Lítla løtu seinni vóru vit aftur ígjøgnum við Súnu, men dómararnir snýttu hana fyri brotskast. (Tað hoyrdist eisini frá onkrum føroyskum áskoðara)


Góðar løtur

Hendan dystarmyndin helt sær leingi. Vit spældu ótrúliga tolið, klókt og við øgiligum aga í álopinum. Vit fingu bara ikki gagnnýtt tað til at minka um munin.


Vit hildu fast í dønum í longum løtum, men tað var ikki nóg mikið til heilt stóru heimssensasjónina.


Tað snúði seg um at njóta góðu løturnar, og tað gjørdu vit av álvara eisini her í stovuni, tá ið vit á skíggjanum sóu Anniku Fríðheim Petersen koma inn aftur við rimmar brotskastssbjarging, vit spældu framúr inn til Pernille Brandenborg á strikuni og tá ið vit hildu fram við at finta okkum fram við donsku bakkunum.


Vit kundu njóta løturnar til knappliga tíggju minuttir restaðu í.


Tá brendu vit í so illa teir møguleikarnar sum komu, og danir kundu revsa okkum.

Frá støðuni 20-15 vaks munurin upp í 26-15. Einamest orsakað av brendu møguleikum.


Vit gloyma teir seinastu tíggju minuttirnar, og fegnast um tær føroysku løturnar, sum vóru so góðar, at vit næstan kunnu vænta, at stóru donsku feløgini nú fara at spyrja seg fyri um støðuna hjá leikarum sum Súnu K. Hansen, Janu Mittún ella Lív B. Zachariassen.









댓글


bottom of page