top of page
Sjúrður

Pauli Mittún: Frá ræðuligum skaða til norskan topphondbólt

Pauli Mittún hevur skrivað sáttmála við Kristiansand í fremstu norsku deildini -

Men fyri bert einum ári síðani hugsaði stórtalentið, at "hatta var tað", tá ið ein skaði nívdi so illa, at læknarnir vistu ikki fleiri ráð


Trok.fo hevur fingið orðið á nýggjasta føroyingin í norskum topphondbólti


Pauli Mittún eftir 27-26 sigurin á Italia 15. januar 2022. Hoyr hvat hann segði við okkum tá á trok.fo/lurta (Mynd: Gyðja Tróndardóttir / trok.fo)

Kendi tú ikki navnið á Paula Mittún áðrenn, so gert tú tað ivaleyst eftir at manslandsliðið spældi seg víðari í HM-undankappingini í januar, har 19 ára gamli spælskiparin spældi ein stóran leiklut í sínum fyrstu landsdystum.


Noregsmenn eru næstir at læra Paula Mittún at kenna, tí komandi kappingarár spælir hann í KRS – Kristiansand Tophåndball í fremstu norsku deildini, har hann hevur skrivað tvey ára sáttmála við møguleika fyri enn einum ári.


Stórar ætlanir í stórum hondbóltsbýi


Kristiansand er stórur hondbóltsbýur, og kvinnuliðið í býnum, Vipers Kristiansand, er ráðandi Champions League-meistari.


Men manshondbólturin í Kristiansand hevur ligið eitt sindur tyngri, greiðir Pauli frá.


- Nøkur fólk hava nú sett sær fyri at menna manshondbóltin aftur. Tey settu sær fyri trimum árum síðani eina langtíðarætlan, við málinum at spæla við í stuttliga endanum av Rema 1000-liguni eftir fimm árum.


Úrslitini hava eisini verið fín fyrstu kappingarhálvuna, og Kristiansand liggur fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna og bert eitt stig frá endaspælinum.

til ferðina longur upp á stigatalvuna hevur felagið heitt á 19 ára gamla føroyingin.


EM-kappingin skapti áhugan


Tað var eftir EM-kappingina í Bulgaria í summar, sum Føroyar vunnu, at áhugin fyri Paula tók dik á seg.


- Eftir EM-kappingina kom eg í samband við nakrar umboðsmenn, sum hjálpti mær at fara undir hetta stigið.


- Onkur áhugi byrjaði at koma nakrar vikur eftir, og so kom hesin áhugin frá Kristiansand.


-Umboðsmenninir kendu til Kristiansand sum eitt sera spennandi projekt, og teir ráddu mær beinanvegin til at kanna hendan møguleikan væl.


Væntar góða spælitíð

- So eg fór at vitja í heyst. Har sá eg høllina, umhvørvið og umstøðurnar annars. Tað er eitt sera gott og professionelt setup, greiðir Pauli, sum kann vænta sær ein góðan leiklut á liðnum, frá.


Kristiansand hevur tveir spælskiparar á liðnum. Roynda noregsmannin, Viktor Skillhammer, og so póllendingin, Michael Potoczny, sum ikki heldur fram komandi kappingarár.


Í hansara stað kemur so Pauli Mittún, sum altso er ætlaður ein góðan leiklut frá byrjan.


- Eg fái sjálvandi ein leiklut á liðnum. Gongur tað ikki væl, so spæli eg sjálvandi ikki, men um tað gongur væl, so spæli eg. - Eg komi ikki har sum ein venjingarleikari, ger Pauli púra greitt.


Spennandi og hóskandi


- Eg eri sera spentur. Tað kennist sera hóskandi til mín. Hetta er eitt lið sum satsar, venur nógv og venur professionelt.


Og so haldi eg eisini at norska deildin passar nokk so væl. Tað er høgt støðið, men ikki so høgt at lopið verður alt ov stórt, sigur Pauli.


Pauli Mittún hevur longu gjørt vart við seg í Norra. Bæði við at vinna fleiri ferðir á Norra við ungdómslandsliðnum, og sum her á myndini, tá ið Pauli ferð eftir ferð otaði seg ígjøgnum verjuna hjá norska stórfelagnum, Drammen. (Mynd: H71 / Jan Sørensen)


Hevur longu gjørt vart við seg í Norra

Og hann kennir longu nakað til støðið í norskum hondbólti.

Í oktober royndu Pauli og H71 seg ímóti einum av allarbestu norsku liðunum, Drammen.


Tað var í European Cup og Drammen vóru risastórir favorittar.

Men í fyrra dystinum á heimavølli var H71 omaná í longum løtum.

Tað endaði kortini við teprum ósigri, men føroyska avrikið – og serliga hjá Paula hevði verið framúr. Sjálvur skoraði hann sjey mál í 24-22 ósigrunum.


- Tað hevði sjálvandi eisini ein leiklut í tí heila. At tað gekk so væl í fyrra dystinum ímóti Drammen, greiðir Pauli frá, nú hann aftur kann gleða seg til at spæla ímóti Drammen komandi kappingarárini.


U17-landsliðið kveikti dreymin um yrkishondbólt

Hetta heystið er gingið sera skjótt hjá Paula, og hesin fyrsti uttanlandssáttmálin var kanska ikki so frammaliga í huganum, um vit bert fara eini tvey ár aftur.


Tí hugsanin um at gerast hondbóltsleikari burturav kom kanska veruliga ikki fyrr enn tá ið Pauli og hinir á ungdómslandsliðnum vunnu stóru European Open kappingina fyri U17-landslið á sumri 2019.


- Tað var kanska fyrstu ferð at eg hugsaði at tað kundi lata seg gera, sigur ungi bakkurin.


Skjótt gjøgnumbrot í vaksnamannahondbólti

Pauli hevði spælt á hondbóltseftirskúla í Skjern, men vendi nú aftur til Føroyar, og spældi sínar fyrstu vaksnamannadystir fyri H71.


Fyrstu gjøgnumbrotini í vaksnamannahondbólti komu skjótt hetta heystið í 2019. Og skjótt sást altjóða støðið.


Eitt nú tá ið 17 ára gamli Pauli Mittún sendi ein bólt fyri og annan eftir inn á strikuna ímillum stóru verjuleikararnar hjá slovenska Maribor, og sostatt hjálpti H71 at vinna fyrsta dystin í Evropa Cup-kappingini. H71 spældi seg kortini ikki víðari á hesum sinni.


Um jólini 2019 gekk leiðin til stóra kapping í Týsklandi við U18-landsliðnum. Hetta var fyrireiking til komandi EM-kappingina, har ætlanin var at spæla seg til næsta EM-endaspælið. Men fyrireikingarnar og vónirnar hjá Paula fingu nú eitt álvarsligt skot fyri bógvin.



Pauli Mittún bjóðar hvítarussisku verjuni av í finaludystinum við EHF Championship á sumri 2021. Hetta vóru fyrstu dystirnir eftir at hava drigist við akslaskaða í hálvtannað ár (Mynd: Bulgarska hondbóltssambandið)

Álvarsligur akslaskaði

- Tá verði eg so skaddur í økslini. Tað er ein riva innií henni. Eg fari at skanna økslina, og fái at vita, at tað fer at takar seks mánaðar. Tað vil siga, at eg má halda steðg til byrjanina av kappingarárinum eftir.


Við hesa kappingarbyrjan; á sumri 2020 flutti Pauli við fleiri føroyingum til Skanderborg at ganga á víðagitna hondbóltsskúlanum, SHEA, men ungi føroyingurin fekk ikki spælt.


- Men eg komi ikki ígongd. Eg fylgi mínari uppvenjing, men eg komi bara ikki ígongd – og so gongur eitt hálvt ár afturat. Tá havi eg altso eg verið skaddur í eitt heilt ár, og eg kundi framvegis ikki spæla, minnist Pauli, sum nú flutti heimaftur. Og tað gjørdist verri enn.


- Eg tímdi ikki at ganga har niðri skaddur í seks mánaðar, so eg kom heim aftur, sigur Pauli, sum nú fekk tung boð frá læknunum:


“Hetta var líkasum tað”

- Tá ið eg kom aftur til Føroyar hugsaði eg, at hetta var líkasum tað við mínum hondbólti.

Læknarnir søgdu, at her var ikki ordiliga nakað konkret vit kundu gera. Nú kundu vit bara royna onkrar alternativar viðgerðir og vita um tað riggaði, greiðir Pauli frá.


Lærdi seg at spæla lámur

Sterki spælskiparin helt kortini fram at spæla hondbólt. Tí hann byrjaði í 2021 at spæla við vinstru hond, hóast hann alt lívið hevði spælt við høgru hond.


Minniligt var tað, tá ið Pauli á henda hátt átti avgerandi leiklut í at H71 rakk steypafinaluna í februar 2021 - og vann hana.


Pauli spældi kortini ikki fleiri dystir hetta kappingarárið. Nú skuldu alternativu viðgerðirnar roynast - og brádliga eydnaðist.


Eftir hálvtannað ár bragdaði brádliga

– Mitt í tí heila riggaði viðgerðin. Tað var at sproyta onkur ting inn í økslina og sovorið, minnist Pauli, sum einar fimm mánaðir seinni, fekk kastað við sínum so dygdargóða høgra armi aftur. Knappliga hálvtannað ár eftir at hann fyrstu ferð føldi ræðuliga akslaskaðan.


Og skotarmurin riggar - tað hevur verið sjón fyri søgn hetta kappingarárið.


- Eg geri nógvar akslavenjingar, og eg skal sjálvandi ansa eftir at ikki belasta hana ov nógv – men annars er økslin super, sigur Pauli Mittún, sum ikki bíðaði leingi áðrenn økslin aftur fór at sveiggja í altjóða hondbólti.


Pauli Mittún hevur hóast ungan aldur og drúgt skaðaskeið longu fittar royndir á altjóða stigi. Her skal ungi føroyingurin halda heimsstjørnuni og risanum, Dainys Kristopans (Mynd: Harald Bjørgvin)


Og so gekk skjótt

Fyrstu dystirnir eftir skaðaskeiðið, var við U20-landsliðnum á sumri 2021. Fyrst í Svøríki ímóti Norra, Svøríki og Danmark - og so EM-kappingin í Bulgaria, har Føroyar spældu seg í endaspælið.


- Tað vóru teir fyrstu dystirnir hjá mær. Tá skuldi eg líkasum í gongd. Og síðani fóru vit í gongd í Føroyum, har eg ordiliga skuldi venja meg við at spæla dyst aftur, greiðir Pauli frá.


- Eg haldi at tað gekk væl. Og so spældu vit handan dystin ímóti Drammen og gjørdu eitt gott avrik fyrsta dystin ímóti hesum liðnum, sum vit í veruleikanum ikki áttu at havt nakran kjans ímóti, sigur Pauli.


Landsliðsboð - og gjøgnumbrot


Og so komu landsliðsboðini. Fyrst til venjingar og síðani til HM-dystirnar í januar, tá ið hann skuldi lyfta ábyrgd eftir systkinabarnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu.


- Eg hevði slett ikki væntað at eg skuldi spæla. Eg væntaði bara at eg fór at vera við til venjingarnar, men tá ið Elias varð skaddur, so lat tað upp fyri einum leikluti til mín. Og tað gekk bara glimrandi, tekur Pauli Mittún til.


Trok.fo vónar at alt fer at ganga eins glimrandi hjá Paula í Kristiansand í Rema 1000-liguni komandi kappingarár.


Trok.fo og FM1 hava mangan prátað við Paula Mittún áður. Hoyr okkurt av prátunum frá hesum kappingarárinum á trok.fo/lurta ella á spælaranum niðanfyri






Коментарі


bottom of page