top of page
Sjúrður

Pauli til Fraklands

Updated: Mar 30, 2022

Føroyski landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, hevur í dag skrivað undir yrksissáttmala við franska felagið, JS Cherbourg Manche, sum spælir í næstfremstu fronsku deildini –

Trok.fo hevur fingið orðið á feskasta føroyingin í fronskum hondbólti

(Mynd: Harald Bjørgvin) Pauli Jacobsen ger seg til reiðar til seinna hálvleik ímóti Lettlandi. Hann er hevur longu í sínum fyrstu trimum landsdystum havt púra avgerandi leiklut í at senda Føroyar víðari í HM-undankappingini


Eg minnist fyrstu ferð at eg skrivaði navnið á Paula Jacobsen. Tað var eftir at føroyska U18-landsliðið hevði spælt EM-kapping í 2018, og eg hevði gjørt samrøðu við Birgir Hansen, landsliðvenjara, um kappingina sum heild.


Jú hann var sera væl nøgdur, men hann helt tað vera eina gølu, at Pauli Jacobsen ikki var kosin besti málverji í kappingini, tí tað hevði hann púra eyðsæð verið. Serliga Áhugavert við tí var, at føroyski málverjin bert var 16 ár í hesi U18-kappingini.

Í dag hevur 19 ára gamli Pauli skrivað yrkissáttmála við spennandi franska felagið, Cherbourg Manche.


- Sjúrður Hildarson Hoydal


Gott og professionelt støði


Cherbourg Manche liggur í løtuni á fimta plássi í næstfremstu fronsku deildini, og vónirnar eru at spæla á uppaftur hægri støði, sigur nýggjasti leikarin í felagnum.


- Hetta er eitt ungt lið, sum er nokk so nýtt í næstbestu deildini. Felagið hevur bygt upp í nokk so nógv ár við einari ætlan um at gera seg galdandi millum tey bestu í Fraklandi.

Teir vóru við í endaspælinum um uppflyting í fjør, men gjørdust ov stuttir. So tað verður møguliga næsta ár. Men har er ein lítil vón um at flyta upp longu nú í ár, greiðir Pauli Jacobsen, sum komandi kappingarár kemur at hjálpa Cherbourg Manche á hesi leiðini, frá.

- Støðið er gott og alt er fulltíðarprofessionelt. Tað svarar kanska eitt sindur til norsku og svensku deildina. Seks tey fremstu liðini spæla endaspæl um at koma í bestu fronsku deildina, og tey liðini eru rættiliga góð, sigur Pauli, sum eisini hevði biðlar úr Skandinavia.


- Taki eg hesi skotini til venjing, so kann eg taka øll


- Eg hevði verið í sambandi við rættiliga nógv feløg. Eg legði stóran dent á at finna eitt umhvørvi, sum var professionelt og knappliga kom hesin møguleikin. Eg føldi næstan beinanvegin at hetta var tað rætta.

- Tað var týdningarmikið fyri meg at finna eitt felag, har eg venji nógv og at øll skotini eru á høgum støði. Tí so veit eg, at um eg taki skotini til venjing, so kann eg eisini taka tey á hægsta støðið.


- Og so er tað eisini umráðandi at eg fái nógvar venjingar, nú eg havi verið darvaður av skaða, greiðir 19 ára gamli málverjin frá.

Hann umboðar hetta kappingarárið H71, eftir at hava verið nøkur ár á hondbóltsskúla í Skanderborg, har hann eisini fekk nakrar dystir í fremstu donsku deildini fyri felagið.

Heim at koma fyri seg

- Eg kom heim, tí eg var blivin eitt sindur troyttur av tí. Eg var jú í Danmark fyri at spæla hondbólt, men nú lá eg bara í eini íbúð og kundi einki gera. Og so var heldur eingin skúli við korona, greiðir málverjin frá.


Í fyrstu syftu hugsavnaði Pauli seg um at gerast til reiðar til EM-kappingina í Bulgaria í summar. Tað eydnaðist so mikið væl, at hann við sínum bjargingum gjørdi sítt til at knógva Hvítarusslandi í finaluni - og at spæla U20-landsliðið til EM-endaspælið.


Hetta kappingarárið í H71 hevur ungi málverjin eisini fingið frið at hugsavna seg um tær størstu uppgávurnar, meðan hann ansar eftir at fóturin ikki verður skaddur aftur.

Tað er gingið upp á stás og tað skjótt eisini.


Altjóða gjøgnumbrotið

- Eg fekk eina blokadu í fótin, so at eg kundi vera fult við aftur, og so komu stóru dystirnir í takt, sigur Pauli, sum fekk nokk at síggja til av altjóða avbjóðingum.


Kanska fyrst Evropa Cup-dysturin ímóti Drammen í heyst, har Pauli tók pippið frá norsku stórskjúttunum frá dystarbyrjan. Síðani ein rúgva av øgiligum avrikum í heimligu kappingini, og so komu landsliðboðini - og landsliðsgjøgnumbrotið í januar.


- Tað gekk væl í Drammen-dystinum og so kom landsliðið og so kom alt, greiðir Pauli Jacobsen frá.


Málverjin var púra avgerandi fyri at tað eydnaðist Føroyum at koppa Italia í januar. Og tað lýsti dystin sera væl, at tað var Pauli, sum avgjørdi dystin við bjarging í evstu løtu.


Bygt spakuliga upp og yvirhála skaðan

- Samstundis havi havt nokk so fríar teymar. Føli eg nakað í fótinum, so havi venjararnir verið blíðir at geva mær frí frá venjing og sovorið. So eg havi fingið tíð til at byggja meg upp, greiðir Pauli frá.


Og júst hetta fegnast málverjin um. Tí Pauli greiðir frá, at avrikini vóru ov sveiggjandi áður. Men nú er nógv batnað.


- Tað er altíð tann næsti bólturin sum telur

- Eg havi tikið meg sera nógv fram fysiskt, og eg haldi at eg havi innheintað – og eisini yvirhálað tað, sum eg manglaði í Danmark, staðfestir Pauli, sum eisini leggur dent á at hann er vorðin betri í mentala partinum.

- Tá var tað eitt sindur soleiðis, at um tað ikki gekk væl beinanvegin, so bjargaði eg ongum bólti – og so aðrar tíðir kundi eg bjarga øllum. Har var einki millumting. Nú eri eg vorðin betri at fokusera uppá, at tað altíð er tann næsti bólturin sum telur. Óansæð um tað gongur væl ella illa, sigur Pauli.


Komandi kappingarár fara bóltarnir at telja í Fraklandi, og Trok.fo ynskir málverjanum bestu eydnu við slóðbrótandi flytingini.




Comments


bottom of page