top of page
Sjúrður

Rimmar landsliðsvikuskifti á Trok.fo og FM1

Updated: Jan 16, 2022


Luksemborg, 12. januar 2020: Føroyar hava vunnið fyrsta HM-undankappingarsigurin nakrantíð - Trok.fo og FM1 gleða seg til uppaftur fleiri sigrar hetta vikuskiftið. Vit byrja ímóti Luksemborg fríggjakvøldið

Vit hava hondbóltssendingar alt vikuskiftið - áðrenn, undir og eftir dystirnar - Vit hoyrast á FM1 og trok.fo


Trok.fo gleðir seg saman við útvarpsrásini, FM1, at fylgja føroyska landsliðnum í HM-undankappingini nú um vikuskiftið.

Tað verða Sjúrður Hildarson Hoydal og Andrias Eriksen, sum siga frá øllum trimum dystunum á FM1, umframt at teir eisini siga frá Evropa Cup-dystinum hjá H71 - kvinnum á FM1.

Teir báðir gleða seg almikið, og vóna enn einaferð at kunna siga frá føroyskum bragdum í altjóða hondbólti.


Vit byrja landsliðssendingarnar 45 minuttir áðrenn dystarbyrjan, og Evropa Cup dystin 15 minuttir áðrenn dystarbyrjan.


Skráin:

Fríggjakvøldið frá klokkan 18.45: Luksemborg - Føroyar (Dystarbyrjan kl. 19.30)


Leygardagin frá kl. 13.45: H71 - ZRK Naisa Nis (Dystarbyrjan klokkan 14.00)

Leygarkvøldið frá klokkan 18.45: Italia - Føroyar (Dystarbyrjan kl. 19.30


Sunnukvøldið frá klokkan 17.15: Føroyar - Lettland (Dystarbyrjan klokkan 18.00)


Alt beinleiðis á FM1


Tá ið liðugt er at senda kunnu allar samrøður, samanumtøkur, kjósan av dagsins leikarum og alt annað frá hondbóltssendingunum hjá trok.fo og FM1 hoyrast á trok.fo/lurta



Ella sum podvarp hjá Apple á hesi leinkju: https://podcasts.apple.com/us/podcast/trok-fo/id1597568146

Ein veteranur og tveir debutantar til reiðar ímóti Luksemborg fríggjakvøldið klokkan 19.30 - Lurta við á FM1 frá kl. 18.45

Ella á spælaranum her niðanfyri:





Comments


bottom of page