top of page
Sjúrður

Føroyar skifta tveir leikarar til Italiadystin - sí hóparnar her


Kjartan Johansen kemur inn í føroyska leikhópin í dag

Eftir vónknúsandi 31-26 ósigurin fyri Luksemborg í gjárkvøldið, skulu Føroyar lyfta hugin - og støðið - til dystin ímóti stórfavorittunum úr Italia.

Føroyar gera eina broyting á høgra bakki og eina á vinstra vongi í hópinum til dystin ímóti Italia í mun til hópin í gjárkvøldið.

Tað verður Kjartan Johansen, sum kemur inn fyri Áka Egilsnes og Leivur Mortensen, sum kemur inn fyri Sjúrð Olsen

Leikaralistarnir til í kvøld síggjast niðanfyri.


FM1 sigur beinleiðis frá dystinum ímóti Italia. Sendingin byrjar klokkan 18.45. Eftir dystin kunnu samrøður, samanumtøkur og alt annað úr sendingini hoyrast her á trok.fo/lurta

FM1 hoyrist beinleiðis á fm1.fo.


Opmerkingen


bottom of page