top of page
Sjúrður 2

Sonni Larsen skal aftur venja føroyskt landslið

Sonni Larsen sum vandi landsliðið hjá monnum skal nú venja A-landsliðið hjá kvinnum. Hann tekur yvir fyri Dragan Brljevic, sum av heilsuávum hevur sagt seg úr starvi. Hesum boðar Hondbóltsambandið frá í tíðindaskrivi mikudagin.


Skifta mitt í kapping

Landsliðið hjá kvinnum er mitt í EM-undankapping. Tær hava spælt tveir dystir, og skulu næstu ferð í dyst fyrst í mars, tá tær spæla tveir dystir ímóti Eysturríki.


Talan er um eitt fyribils starv, skrivar Hondbóltssamband Føroya í tíðindaskrivinum. Finnur Hansson heldur fram sum hjálparvenjari.


Sambært kalendaranum hjá Hondbóltssambandinum savnast liðið fystu ferð við nýggja venjaranum 20-22 desembur.



Fekk fyrstu sigrarnar

Tey flestu kenna hann sum venjaran sum stóð á odda tá Føroyska manslandsliðið vann á Kekkia á heimavølli tann 30. apríl 2021. Stutt áðrenn tann dystin var greitt at hann steðgaði sum landsliðsvenjari. Hettar var fyrsti sigurin nakrantíð í EM-undankapping.


Sonni Larsen var eisini venjari tá Føroysku mennirnir vunnu fysta HM-undankappingardyst. Tað var í Luksemburg, ímóti Luksemburg í januar 2020.



Royndir úr Føroyum og Danmark

Sonni Larsen kom fyrstu ferð til Føroyar at venja mennirnar hjá H71. Hann førdi liðið til trý føroyameistaraheiti, og vann steypakappingina eina ferð. Síðan hann segði farvæl við H71 hevur hann vant Ajax í Keypmannahavn og ungdóm í Sønderjyske.


Nú verður hann aftur venjari hjá Føroyskum landsliði, hesuferð hjá kvinnum.

Vit á Trok ynskja Dragan góðan bata, og nýggja venjaranum og landsliðnum bestu eydnu í komandi dystum.

Σχόλια


bottom of page