top of page
  • Sjúrður

Tað verður ein uppliving, tað verður læruríkt - og vit fara eftir einum úrsliti

- Vit hava tunað inn á smálutirnar í dystunum ímóti Týsklandi. Har fara vit - við øllum vit hava - eftir teimum smáu og eitt sindur størru møguleikunum sum eru í dystinum, sigur Peter Bredsdorff Larsen, sum kortini ikki vil ljóða sum ein "jubeloptimist".

Trok.fo hitti ein spentan landsliðsvenjara í Kiel.


Karmarnir í Kiel kunnu vera ræðandi, men vøllurin er ikki petti øðrvísi enn í Høllini á Hálsi, sigur Peter Bredsdorff-Larsen (Mynd: Gyðja Tróndardóttir)

- Støðan í hópinum er fín nú, staðfestir Peter Bredsdorff-Larsen. Onkrir skaðar hava argað, men bæði Rókur Akralíð og Vilhelm Poulsen eru komnir fyri seg. Tó verður eingin Teis Horn Rasmussen á vøllinum mikudagin vegna skaða.


- Annars eru allir fit-for-fight og til reiðar til dyst, sigur venjarin tá ið vit hitta hann eftir venjing eitt samdøgur áðrenn dystin ímóti Týsklandi í Kiel. Og venjingarnar hava verið á góðari leið.

- Vit hava bygt víðari upp á góða spælið frá januarmánað, og so høvdu vit eisini góðar venjingar, tá ið vit vóru saman í viku 11, har vit eisini fyrireikaðu okkum til Týsklandsdystirnar.


Síggja møguleikar

- Nú hava vit so havt tvær góðar venjingar her. Vit hava tunað inn á smálutirnar í dystunum ímóti Týsklandi har vit fara - við øllum vit hava - eftir teimum smáu og eitt sindur størri møguleikunum vit hava í dystinum.


Tí Føroyar hava nakrar møguleikar í dystinum. Tað er landsliðsvenjarin sannførdur um:


- Ja, uttan at eg skal ljóða sum ein jubeloptimist..., byrjar landsliðsvenjarin áðrenn hann skundar sær at leggja dent á, at Týskland sjálvandi er risastórur favorittur og síðani trívur í aftur føroysku møguleikarnar:

Peter Bredsdorff-Larsen eftir sigurin í undankappingini í januar, sum nú hevur ført Føroyar til HM-gáttina í Týsklandi. Tað verður trupult, men har eru møguleikar, greiðir venjarin frá

Skulu taka initiativ

- Tá ið eg sigi at vit hava nakrar møguleikar, so haldi eg at vit síggja í bæði okkara álopsspæli og verjuspæli, at vit hava nøkur evni, sum kunnu arga týskararnir "á degnum", tekur landsliðsvenjarin til.


- Tað krevur eitt topp-avrik, sjálvandi. Men á nøkrum økjum klára vit væl at levera eitt topp-avrik - Eisini um vit so kortini skuldu tapt. Tá kunnu vit framvegis hava gjørt eitt stórt avrik.


- Men nú fáa vit at síggja um vit ikki kundu klárað at skapt eina góða og javna byrjan upp á dystin og megnað at tikið nøkur initiativ, so at vit eisini kunnu spæla við, sigur landsliðsvenjarin spentur á málinum.


Og tað er orsøk at vera spentur.



Ein varði á leiðini

- Hetta er ein øgiligur varði á leiðini í føroyskum hondbólti. Hugsa tær at standa her í møguliga heimsins feitastu hondbóltshøll og spæla HM-playoff ímóti Týsklandi.


- Hetta verður ein uppliving, sum leikarar og áskoðarar ongantíð fara at gloyma, sigur landsliðsvenjarin, sum eisini hugsar um um lærdómin, ið liggur í slíkum avgerandi dystum ímóti sterkari mótstøðu.


- Fyri tað næsta skulu eisini læra nakað av hesum dystinum. At vísa, at vit kunnu fyrireika okkum til slíkt og útinna tað á vøllinum.


Mynd: Harald Bjørgin - Føroyar hava bygt víðari upp á góðu avrikini í januarmánað, sigur Peter Bredsdorff-Larsen, landsliðsvenjari

Hugsa stórar tankar

- Og fyri tað triðja, so skulu vit eisini royna eftir einum úrsliti. Og eitt úrslit kann væl vera, at vit arga týskararnar passaliga nógv, so at har eisini er spenningur um úrslitið leygarkvøldið, sigur venjarin og viðurkennir, at nú hugsar hann eisini øgiliga stórt.


Tað er eisini skjótt at hugsa stórt, tá ið tú stendur í siðbundnu høllini í Kiel. Tað verður ein serligur dystur við hesum kørmunum.


- Tað er nakað sum leikararnir sjálvir skulu venja seg við. At spæla í truplum umstøðum og undir stórum trýsti frá áskoðarunum. So tað brúka vit ikki so nógva upp á, greiðir venjarin frá.


Vøllurin er tann sami í Kiel sum á Hálsi

- Vit hugsa fyrst og fremst um okkara egnu uppgávur á vøllinum. Tað er bert tað, sum tú fært gjørt nakað við.

Og líka mikið hvussu tað nú er uttan fyri vøllin, so er eingin munur á sjálvum vøllinum her og í Høllini á Hálsi, sigur landsliðsvenjarin, ið kortini viðurkennir, at leikararnir fara at merkja okkurt frá teimum okkurt um 7.000 áskoðarunum mikudagin.


- Tað er jú eitt stórt trýst og ein intimiderandi dámur her, men eg eri í roynd og veru púra tryggur. Vit hava eitt kul lið, og nakrar kular spælarar, sum eru frískir upp á hesa avbjóðingina, og eg gleði meg sera nógv til dystin, sigur Peter Bredsdorff Larsen at enda.


Dysturin, Týskland - Føroyar verður spældur mikudagin klokkan 17.15 føroyska tíð. Sjónvarpið vísur dystin, og Sjúrður frá trok.fo sigur eisini beinleiðis frá dystinum á FM1 (fm1.fo). Sendingin byrjar 16.20


Eftir dystin hoyrast samrøður og samanumtøkur á Fm1.fo umframt her á trok.fo/lurta, har eisini øll upptaktssendingin, dystarfrásøgnin og alt annað eisini verður at hoyra sum vant.






bottom of page