top of page
Sjúrður

Teis til norskan hondbólt

Teis Horn Rasmussen hevur skrivað tvey ára sáttmála við norska Follo HK

Mynd: Harald Bjørgvin - Teis Horn Rasmussen var púra avgerandi í seinastu løtunum í sigrinum á Italia í januar. Komandi kappingarár spælir hann í norskum hondbólti

Føroyski landsliðsleikarin, Teis Horn Rasmussen, skal komandi tvey kappingarárini spæla við Follo HK, sum í løtuni er við tætta stríðnum um uppflyting til fremstu norsku deildina (sí stigatalvu niðast).


Neistamaðurin hevur seinastu árini umboðað HEI Skæring og TM Tønder í Danmark. Í Føroyum kendu vit Teis sum bakkspælara, men hann hevur fingið altjóða gjøgnumbrot eftir at hann gjørdist strikuleikari burturav.

Tað avgerðina kunnu Føroya fólk takka fyri, tí hetta seinasta árið, hevur Teis skorað avgerandi málið í ótrúliga sigrinum á Kekkia, umframt at hann aftur avgjørdi dystin ímóti Italia nú í januar. Fyrst við einum vunnum bólti og síðani avgerandi málinum.


Ítrottarstjórin hjá Follo HK sigur við heimasíðu felagsins í dag soleiðis:

"Teis er ein spennandi strikuspælari. Hann hevur góðar royndir úr Danmark og frá landsliðnum. Hann er ein rørligur strikuleikar, sum harafturat dámar at brúka kropsstyrki sína. Ein leiðari! Vit gleða okkum at fáa Teis á liðið".


Hoyr samrøðu niðanfyri, sum Trok.fo og FM1.fo gjørdu við Teis og aðrar landsliðsleikarar eftir landsliðsdystirnar í januar:



Trok.fo ynskir Teis til lukku við nýggja felagnum, Follo HK.


Í løtuni liggur Follo í tøttum uppflytingarstríðiðið í norsku 1. deild, og hevur enn allar møguleikar at flyta upp í Rema 1000-liguna. (Stigatalva dagførd 18.02.2022)


Comentários


bottom of page