top of page
  • Sjúrður

Toppskjúttar: Bjarni trokar seg upp í topp-3

Hagfrøðingur: Ásbjørn Nielsson Nattestad


19 ára gamli Bjarni í Selvindi hevur havt nakrar góðar vikur. Hann hevur ført StÍF til sigurs á Team Klaksvík og VÍF, hann var kosin vikunnar leikari hesaferð í TROKPODDI 5 (Trýst), og á toppskjúttalistanum er hann eisini farin at gera um seg.


Har liggur Vuk Stevanovic framvegis ovast, og tað kann meira enn so henda seg, at fasti toppskjúttin í BURN-deildini, Filip Jojic, verður koppaður í ár.

(Hinvegin hava vit sagt tað fyrr, áðrenn Filip so hevur prógvað okkum púrasta skeiv).


Vuk er eisini í spæl til fleiri heiðrar, tí hann liggur væl við í oddinum á bissilistanum. Har hevur Tony Weyhe kortini munin við 13 útvísingum.


Bissilistin hjá kvinnum verður domineraður av StÍF, meðan toppskjúttalistin framvegis hevur tvær kyndilskvinnur ovast.


Á brotskastslistanum imponerar Gurið K. Augustinussen sum ikki einaferð. Her eru tølini frá hondbóltshagfrøðinginum eftir sunnudagin 5. desember:


TOPPSKJÚTAR Í SMS-DEILDINI

(Mál tilsamans og mál eftir brotskast)


TOPPSKJÚTAR Í BURN-DEILDINI

(Mál tilsamans og Mál eftir brotskast)




BROTSKØST Í SMS-DEILDINI





BROTSKØST Í BURN-DEILDINI





FAIR PLAY-LISTIN Í SMS-DELDINI

1 stig fyri ávaring, 3 stig fyri útvísing og 5 stig fyri reyð kort




FAIR PLAY-LISTIN Í BURN-DELDINI

1 stig fyri ávaring, 3 stig fyri útvísing og 5 stig fyri reyð kort


Hagfrøðingur: Ásbjørn Nielsson Nattestad

bottom of page