top of page

Tróndur trokar til toppin

Fyri trimum árum síðani spældi Tróndur Mikkelsen í Nyborg Håndbold sum fór á heysin. Næsta kappingarár skal hann verja norsku landsliðsleikararnar Sander Sagosen og Magnus Rød, og skjóta mál móti Torbjørn Bergerud.


Nýggja felagið hjá fyrrverandi neistaleikaranum eitur Kristiansand Topphåndball, og liggur í løtuni á sjeynda plássi í bestu norsku deildini, Rema 1000 deildini.

(

Vil menna seg

Tróndur Mikkelsen hevur seinastu fýra árini spælt við Neistanum, í næstfremstu deild í Danmark og í næstfremstu deild í Norra, við Viking Stavanger, sum farna summar skiftið navn til Ryger Håndball.


- Eg føli at eg havi ment meg nógv seinastu árini síðan eg fór til Danmarkar, og havi havt trý øgiliga ymisk ár. Nú er tíðin búgvin at leita mær á eitt hægri støði, sigur hann.


Eftir eitt ár í Danmark gekk leiðin til Stavanger í Norra, har hann hevur verið millum bestu leikarar í næstfremstu deildini. Hóast hann hevur skotið líka nógv mál sum hann plagar eru tað tvey ymisk kappingarár í Stavanger.


Vit gera hervið vart við, at journalisturin hevur leikt á liði saman við Tróndi Mikkelsen og spælir í felagnum sum hann skiftir til næsta kappingarár.

Tróndur hevur tikið risafet á landsliðnum seinasta árið. (Mynd: Harald Bjørgvin)

- Tað fyrsta árið í Stavanger lærdi eg at vinna aftur. Tað gjørdu vit ikki so nógv í Nyborg. Tá skuldi man venja seg við at tað snúði seg um stigini, og ikki bert um mína persónliga menning, sigur hann.


Tróndur greiðir frá at tað seinna árið í Stavanger var ørðvísi, og menti hann sum leiðara. Serliga tí, at tá Jónas Gunnarson Djurhuus ikki stýrdi álopinum longur, tí hann flutti til Danmarkar, kravdi tað meira av Tróndi.


- Eg hevði ein størri leiðsluleiklut tað árið, og tað er hevur verið gott hjá mær. Eg havi tikið meira ábyrgd nú, og hetta hevur havt nógv gott við sær, sigur hann. Nú er tíðin búgvin at taka lopið til bestu deildina, og eitt hægri støði, sigur hann.


Samanrenningin millum at hava ein stóran leiklut, og hava fokus á egna menning hevur nógv at siga fyri Trónd. Hann metir at Kristiansand er eitt stað har tað letur seg gera.


- Tær samrøðurnar eg havi havt við felagið byrta eina trúgv í mær, at hetta verður eitt gott felag fyri meg. Tað er proffessionelt, samstundis sum eg fái ein leiklut sum eg eri nøgdur við, sigur Tróndur.


Vil hava kongaplássið

Kongaplássið í hondbólti er at spæla vinstri bakkur. Tað eru millum størstu stjørnurnar sum eru vinstri bakkar. Mikkel Hansen, Nikola Karabatic og Magnus Wislander, ella kanska Hanus Joensen, Finnur Hansson og Filip Jojic, um vit taka tað í Føroyskum høpi.


Tróndur Mikkelsen ætlar at taka kongaplássið í Kristiansand, og er klárur at taka dystin við aðrar sum kundu hugsa sær tað sama.


- Tað er eingin ivi um at ein mennist við kapping. Eg havi ligið tungt á plássinum í Ryger, og tað hevur verið gott á sín hátt, men tað verður eitt skifti sum eg eri spentur at royna.

- Eg fari eftir at taka plássið á vinstra bakki, sigur Tróndur Mikkelsen. (Mynd: Harald Bjørgvin)

Tað er ikki komið heilt upp á pláss hvør verður kappingarneyti hjá Tróndi verður, men um menningin hjá honum heldur fram, sleppa fólk at síggja Trónd byrja á vinstra bakki.


- Óansæð hvør tað veðrur, so taki eg dystin upp, og eg farið eftir at seta meg á tað plássið, sigur hann avgjørdur.


Landsliðsstjørnurnar venda heim

Norska fremsta deildin er ikki millum tær bestu sum nú er, men tað kann skjótt broytast. Kolstad, sum stórsatsandi felagið í Tróndheimi eitur, hevur skrivað undir við fleiri av stóru norsku stjørnunum til næsta kappingarár. Sander Sagosen, Gøran Johannesen og Magnus Rød eru nakrir av leikarunum sum flyta til Tróndheim komandi tíðina, meðan norski landsliðsmálverjin Torbjørn Bergerud og strikuleikarin Magnus Gullerud longu eru komnir til felagið.


Tróndur gleðir seg til tær stóru uppgávurnar, og sigur at tað ikki bert er stuttligt, men eisini hevur tað aðrar ágóðar við sær.


- Eg síggi tað sum eitt stórt pluss tá man hugsar um landsliðshondbóltin hjá okkum. Tað er ofta ringt at umstilla seg tá man skal spæla ímóti einum liðið í næstbestu deildini í Norra, fyri síðan at møta Eysturríki næstu vikuna.


- Við at spæla á hægri støði so verður tað gerandisdagur at spæla ímóti stórum stjørnum, og betri leikarum. Tað kann einans gera tað betri og menna meg sum leikara, sigur hann avgjørdur.


Stór lop á lansliðnum

Síðan Peter Bredstorff-Larsen gjørdist venjari hjá føroyska a-landsliðnum, hevur Tróndur verið ein lyklaleikari á liðnum. Hann skorar, verjir og leggur upp til mál, sum hann ikki hevði gjørt annað í lívinum. Tróndur er fegin um álitið hann hevur fingið frá venjaranum.


- Eg fekk, ella tók, ordiliga kjansin tá Peter bleiv venjari. Tað er ein kempi motivatión hjá mær at spæla á landsliðnum, og tað ger tað eisini stuttligt at spæla óansæð hvar tað er, sigur hann, og skoytir uppí:


- Tað er ein stórur heiður at spæla á landsliðnum, tað er avgjørt ikki nakað sum eg taki fyri givið.


Tróndur sigur at tað hevur verið serliga gott seinastu árini, tá tað kanska eru lættir dystir, ella umvent tungir dagar í gerandisdegnum í Stavanger.


- Tá man hugsar um landsliðið er tað ikki ringt at finna motivatiónina til at venja, ella at gera sítt allar besta, sigur hann, og leggur afturat.


- Sum venjarin plagar at siga við okkum, tann einasti mátin vit kunnu vinna fleiri landsdystir, er at vit allir menna okkum sum leikarar, tí vit eru so fáir. Aðrastaðni hevði onkur annar troka teg av liðnum.


Hevur aldrin verið einsamallur

Í øllum feløgum sum Tróndur hevur spælt við, hevur tað verið saman við øðrum føroyingum. Í Nyborg var hann saman við Pæturi Mikkjalsyni eitt ár, fyrsta árið í Stavanger var tað saman við Jónasi Djurhuus og Helga Hoydal, meðan Julian Kragesteen kom árið eftir tá teir báðir omanfyrinevndu leitaðu sær víðari.

Peter Bredstorff-Larsen, venjari hjá A-landsliðnum hjá monnum, hevur givið Tróndi ein stóran leiklut á landsliðnum. Í hesum dystinum ímóti Italia spældi Tróndur ógvuliga væl. (Mynd: Harald Bjørgvin)

Í Kristiansand verður hann eftir øllum at døma heldur ikki einsamallur føroyingur. Sum nú er, leika Pauli Mittún og Helgi Hoydal við komandi felagnum hjá Tróndi. Tað er nakað stuttligt við tí, heldur hann.


- Tað er bæði stuttligt sosialt, og tað er okkurt trygt við at hava onkran av mínum landsmonnum har sum eg eri. Eg havi ikki roynt annað, so eg veit av góðum orsøkum ikki hvussu tað er uttan føroyingar, sigur hann við einum smíli.




bottom of page