• Helgi

Vilhelm og Rógvi bardu seg í steypafinaluna

Fram, við Rógva Dal Christiansen og Vilhelmi Poulsen á odda, spældu seg fríggjakvøldið í steypafinaluna í Íslandi. Eftir tættan dyst vunnu teir 28-25 (14-14) á Stjarnuni.


Verjudystur


Við góðum málverjum og stinnum verjum í báðum endum gjørdist tað ein tættur dystur. Liðini fylgdust til hálvleiks og tað sá út til at kunna koppa báðar vegir. í seinna hálvleiki tók føroyingaliðið dystin í hendurnar. Fram hevði leiðsluna allan vegin, men tá tríggir minuttir vóru eftir at leika var støðan 26-25 til Fram. Stjarnan royndi seg við 7 ímóti 6 spæli men misti bóltin. Bólturin varð kastaður í tóma málið, og sostatt var dysturin avgjørdur.


Vilhelm steðgar ikki


Tað var við føroyingunum báðum á odda, at Fram vunnu dystin. Eftir eina trilvandi byrjan fann Vilhelm vegin framvið málverjanum ferð eftir ferð. Høgri bakkurin endaði við at skora 12 mál, harav 7 komu eftir brotskast.


hbstatz.is valdi Vilhelm til dagsins verju og álopsleikara eftir dystin.


Rógvi bardist enn eina ferð manniliga á strikuni. Tað einu løtuna vóru tað brotskøst framd ímóti Rógva sum hildu Fram í dystinum. Hann skoraði eisini tað eina skotið hann fekk.


Finala í morgin


Longu leygardagin (2.okt) skulu Fram spæla finaluna. Mótstøðuliðið eru meistararnir úr Vali. Dysturin byrjar kl 17.00, og hon kann síggjast á Ruv.is.