top of page
  • Sjúrður

- Vit hava arbeitt hart fyri hesum møguleikanum


Jónas Gunnarsson Djurhuus eftir seinastu venjingina áðrenn dystin ímóti Týsklandi mikukvøldið klokkan 17.15. - - Eg meti at vit eru eitt gott lið, og vit fara at geva teimum so skarpan gang sum gjørligt, sigur Jónas millum annað

Jónas Gunnarsson Djurhuus hevur spælt nógvar stórar landsdystir ímóti alskyns mótstøðu. Men dysturin um HM ímóti Týsklandi er serligur.


- Hetta má nokk vera tann størsti dysturin vit hava spælt. Her er nógv upp á spæl og feitir karmar. Tað verður eitt stórt upplivilsi, sigur Jónas dagin fyri at føroyska manslandsliðið bjóðar Týsklandi av í Kiel.


Kríggið í Ukraina gjørdi, at Føroyar lupu Hvítarussland um í undankappingini til HM, og nú brádliga spæla seinasta HM-undanumfari ímóti Týsklandi. Tveir dystir. Ein í Týsklandi og ein í Føroyum. Samanlagdi vinnarin fer til HM.


- Vit hava arbeitt hart og leingi

- Nakrar umstøður hava gjørt at vit standa her í play-off-dystinum til HM beint nú, men vit hava arbeitt hart og leingi fyri at fáa hendan møguleikan, greiðir Jónas Gunnarsson Djurhuus, sum skoraði trý mál ímóti Týsklandi til U21-HM í 2017, frá.


Tað var ein serligur dystur, har føroyingarnir vóru betri enn týskarar so at siga allan dystin - áðrenn alt datt á gólvið seinastu løtuna. Men onkursvegna prógvaði tað fyri føroyingunum, at Føroyar kundu hótta stóru tjóðirnar. Vit spyrja Jónas um tað kann geva íblástur mikudagin.


- Teir hava veikleikar

- Ja, so avgjørt. Vit mugu upp á sama máta vera óimponeraðir, tá ið vit fara inn til uppgávuna. Hóast hetta er eitt sterkt lið, so hava teir nakrar veikleikar, sum vit fara at royna at útnytta, er svarið.


Altjóða hondbóltsheimurin og veddingarfyritøkur hava ikki hug at geva føroyingunum stórvegis møguleika mikudagin, men soleiðis er tað eisini ofta.

- Tað nyttar at ikki at tosa so nógv nú...

- Tað eru vit kanska eitt sindur vanir við. Tey kenna okkum kanska ikki so væl, men vit vita hvat vit kunnu, sigur Jónas og leggur afturat:

- Men tað nyttar ikki at tosa so nógv nú. Vit mugu bara inn og vísa tað á vøllinum í morgin.

- Eg meti at vit eru eitt gott lið, og vit fara at geva teimum so skarpan gang sum gjørligt, sigur Jónas, sum skal royna seg ímóti risastóru týsku verjuleikarunum.


So hugsast kann, at føroyingarnir skulu nýta sín eyðkenda kvikleika í Kiel.

- Ja, tað er planurin, at vit brúka okkara skjótleika. Har eru vit kanska á støðið við teir, um ikki betri.


Týskland hevur kiksað fyrr

- Men slett ikki tað, eg rokni við at teir hava virðing fyri okkum. Teir fara heilt avgjørt at fyrireika seg væl, tí teir hava jú fyrr roynt at miseydnast við at spæla seg í eitt endaspæl, sigur Jónas , og sipar til EM 2014, tá ið Týskland ikki slapp fram við Kekkia og Montenegro í undankappingini - Tvær tjóðir, sum annars runga væl í føroyska hondbóltsljóminum.


- So eg haldi ikki at teir fara at undirmeta okkum, men kanska teir fáa eitt yvirraskilsi, um vit raka dagin, sigur Jónas, áðrenn hann kortini minnur á veruleikan:


- [Ein sigur] er sjálvandi dreymurin, men vit hugsa meira um at avrikið skal vera gott og at vit skulu vera nøgdir við tað.

- Tí tað kann skjótt gerast tungt, men vit mugu bara spæla okkara spæl og koyra á allan dystin, sigur Jónas Gunnarsson Djurhuus at enda.


Dysturin, Týskland - Føroyar verður spældur mikudagin klokkan 17.15 føroyska tíð. Sjónvarpið vísur dystin, og Sjúrður frá trok.fo sigur eisini beinleiðis frá dystinum á FM1 (fm1.fo). Sendingin byrjar 16.25

Eftir dystin hoyrast samrøður og samanumtøkur á Fm1.fo umframt her á trok.fo/lurta, har eisini øll upptaktssendingin, dystarfrásøgnin og alt annað eisini verður at hoyra sum vant.





Komentarze


bottom of page