top of page
Helgi

- Vit hyggja eftir støðuni tá dysturin er liðugur

Soleiðis sigur Simon Olsen, venjari hjá u-18 kvinnunum sum seinnapartin sunnudagin skulu í dyst ímóti Danmark.


Eftir eitt tap ímóti Portugal, leygardagin, eru u-18 kvinnurnar nú klárar at dystast ímóti Danmark. Venjarin er sum heild nøgdur við tað, sum liðið avrikaði leygardagin.


– Vit spældu ein góðan fyrra hálvleik ímóti Portugal, men dysturin í dag verður ein annar. Danmark er tippað at enda millum tey fremstu liðini í kappingi, sigur Simon Olsen.


Venjarin leggur eisini dent á, at føroyska liðið hevði eina sterka útstráling í dystinum ímóti Portugal, og tað skulu tær føroysku hava við sær ímóti Danmark.


– Tað verður ringt at vinna ímóti Danmark, men vit skulu hava eina sterka útstráling allan dystin, og tað skal vísa at vit eru her fyri at spæla við, sigur hann.


Skulu avrika væl


– Danmark er ein stórur biti at gloypa, men vit eru til reiðar at geva alt vit eiga. Vit fara inn til dystin við einum máli um at avrika væl, sigur hann.


Tað er ikki í dag vit skulu hava tær stóru vónirnar um stig, skilst á venjaranum.

– Tað verður ein harður dystur, men ein dystur sum vit eru klár til. Leikararnir fara at gera alt tað teir eru mentir, og so hyggja vit eftir støðuni tá dysturin er liðugur, sigur hann at enda.



U18-HM-dysturin, Føroyar - Danmark verður spældur klokkan 17.20, og verður vístur á Viaplay og á Youtube hjá IHF Competitions.







Comments


bottom of page