top of page
  • Sjúrður

Lurta: Vónbrotnir leikarar og landsliðsvenjari eftir Luksemborg-ósigurin

Updated: Jan 16, 2022




Lagið var dapurt í Høllini á Hálsi seint fríggjakvøldið. Trok.fo hevði tippað Føroyar at vinna við einum fýra-fimm málum, men tað endaði púra galið, og Luksemborg vann 31-26.

- Tað riggar ikki í verjuni, vit hjálpa ikki málverjanum og so brenna vit íðan og nógvar kjansir - serliga í yvirtali, har vit helst skulu fáa tey løttu málini, segði Hákun West av Teigum, sum var greiður føroyskur toppskjútti við níggju málum.


Brendu møguleikarnar var eisini tað, ið landsliðsvenjarin legði dent á eftir vónbrotið.

- Vit høvdu fínt fatur á dystinum í fyrra hálvleiki, og eg haldi at vit spæla okkum til nóg nógvar møguleikar tá.

- Og so tá ið vit hava møguleikan í seinna hálvleiki, eru tað aftur vit, sum brenna stóra møguleikar, vit fáa eina býtta útvísing og brádliga eru vit aftanfyri við fimm málum.

- Hondbóltur er eitt einfalt spæl. Tá ið tú brennir stórar møguleikar fært tú teir beint aftur í høvdið, segði Peter Bredsdorff Larsen millum annað.


Pauli Jacobsen var bersøgin um vónbrotið, tá ið vit komu við mikrofonini.

Ungi málverjin, sum spældi sín fyrsta landsdyst, legði dent á sítt egna avrik, sum hann ikki var nøgdur við.

- Vit vita at har er einki annað at gera, enn at fara upp á hestin aftur, og so mugu vit fyrireika okkum so væl sum gjørligt til dystin ímóti Italia í morgin og hann skulu vit vinna.

Klára tit tað?,

- Ja tað trúgva vit allir uppá, og tað er tað viktigasta, staðfesti Pauli Jacobsen.


Trok.fo ynskir Hákuni, Peter og Pauli allarbestu eydnu í dystinum ímóti Italia í kvøld klokkan 19.30.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, og byrjar sína sending klokkan 18.45.

Eftir dystin vera allar samrøður, samanumtøkur og frásagnir at hoyra á Trok.fo/lurta



bottom of page