top of page
  • Helgi

Áki Egilsnes ímóti heimsstjørnum

Mikukvøldið taka Áki Egilsnes og EHV-AUE ímóti heimstjørnunum úr THW Kiel. Talan er um dyst í 2. umfarið í týsku steypakappingini. Dysturin sæst niðast á síðuni.


Stjørnur á øllum plássum


Domagoj Duvnjak, Harald Reinkind, Niklas Landin, Hendrik Pekeler, Niclas Ekberg og Sander Sagosen eru nøvn sum tey flestu kenna frá endaspølum í hondbólti.


Tað er eingin ivi um at Áki og EHV-AUE eru undirtippaðir til dystin mikukvøldið. Spurningurin er um stórfelagi úr Kiel velja at brúka allar teir bestu leikararnar. Longu sunnudagin spæla THW Kiel toppdyst ímóti Fuchse Berlin. Bæði liðini eru higartil ósigraði í heimligu kappingini.


Flestu veddingarfyritøkurnar tippa THW Kiel til at vinna tryggan sigur, og eftir teirra tykki hava Áki og nýggja felag hansara ongan kjans.


Góða byrjan


Tveir sigrar, eitt tap og ein javnleikur er úrtøkan hjá EHV-AUE eftir fýra teir fyrstu dystirnar í ársins 2. Bundesliga. Tað er ein góð byrjan hjá føroyingafelagnum. Áki hevur bert skorað tað eina málið í ár.


Hóast tað vita tey flestu sum hava fylgt Áka, at hann ræðist ikki at taka kjansin tá hann er har. Tað eina málið sum hann skoraði var eisini avgerðandi. Í seinastu sekundunum hølvaði hann bóltin í netmaskarnar, og tryggjaði felagnum javnleik ímóti ASV Hamm-Westfalen


Sí dystin her:






bottom of page