top of page
  • Sjúrður

Áki er aftur á landsliðnum - Paularnir fáa debut - Hesir 16 spæla móti Luksemborg

Landsliðsvenjararnir hava valt teir 16 leikarar, ið skulu spæla fríggjakvøldið klokkan 19.30 ímóti Luksemborg. Hetta kunngjørdi Hondbóltssambandið í kvøld.


Føroyski landsliðshópurin ímóti Russlandi í vár. Fitt av broytingum eru til hendan dystin

Dysturin ímóti Luksemborg verður leiktur fríggjakvøldið klokkan 19.30 í Høllini á Hálsi. Trok.fo verður umboðað á FM1-radio, har vit siga frá øllum trimum landsdystunum.


Teir 16, ið spæla dystin ímóti Luksemborg eru:


Málverjar:

Nicholas Satchwell, KA (ÍSL)

Pauli Jacobsen, H71


Vinstru vengur:

Sjúrður Olsen, Tønder (DAN)

Rói Berg Hansen, HØJ (DAN)


Høgru vengur:

Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DAN)

Nicklas Bertram Selvig, KÍF


Strikur:

Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)

Teis Horn Rasmussen, Tønder (DEN)

Rókur Akralíð, HC Odense (DEN)


Bakkar:

Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)

Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)

Vilhelm Poulsen, Fram (ÍSL)

Áki Egilsnes, EHV AUE (TÝS)

Pauli Mittún, H71

Peter Krogh, H71

Filip Jojic, VÍF


Pauli Mittún og Pauli Jacobsen spæla eftir øllum at døma sínar fyrstu landsdystir fríggjakvøldið, meðan Áki Egilsnes fær sín fyrsta landsdyst síðani 2019.


Sum væntað, er Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki tøkur ímóti Luksemborg


Kanska nakað óvæntað er Kjartan Johansen ikki í hópinum. Tó segði hann sjálvur við trok.fo at hann er darvaður av skaða, og hugsingur er ikki um, at hann skal spæla tríggjar ferðir 60 minuttir.

Tann samrøðan kundi hoyrast í stóru landsliðssendingini hjá trok.fo og FM1. Hon kann eisini hoyrast á spælaranum niðanfyri


Kjartan, Elias og hinir fýra í bruttohópinum kunnu kortini koma í spæl um vikuskiftið, tí landsliðsvenjararnir kunnu skifta tveir leikarar til hvønn dyst.

Í bruttohópinum eru eisini Tórður Guttesen, Leivur Mortensen, Allan Norðberg og Pætur Mikkjalsson




HSF sigur soleiðis á sosialu miðlunum í kvøld:

Talan er um tríggjar dystir dag um dag, har venjararnir hava møguleika at skifta tveir leikarar út úr hópinum millum dystirnar. Við hesum hava venjararnir møguleikan fordeila kreftirnar og at vanda sær um leikararnar, sum dragast við smásnuddir.


Rókur Akralíð hevur verið á landsliðnum síðani 2004, og hevur spælt ímóti øllum trimum mótstøðuliðnum fyrr. Greitt royndasti leikarin í hópinum

21 ára gamli Tróndur Mikkelsen er við aftur á landsliðnum. Hann fekk sínar fyrstu landsdystir í vár, og hevur síðani tikið seg uppaftur longur fram í Viking Stavanger hetta kappingarárið


Peter Bredsdorff Larsen, landsliðsvenjari, er spentur til sínar fyrstu landsdystir

19 ára gamli Pauli Jacobsen hevur longu gjørt um seg í U-landsdystum á hægsta støði, umframt ein branndyst ímóti norska stórfelagnu Drammen í vár. Nú verjir hann málið hjá A-landsliðnum

Kjartan Johansen verður ikki í dystarklæðum fríggjakvøldið. Hann - og hinir fimm leikararnir, sum ikki eru úttiknir til fyrsta dystin, kunnu kortini koma í spæl aftur

Elias Ellefsen á Skipagøtu kann framvegis fáa ein leiklut hetta vikuskiftið - men helst ein sera avmarkaðan leiklut - og stjørnuspælarin er ikki hópinum ímóti Luksemborg

Jónas Gunnarsson Djurhuus hevur mangan tikið ábyrgd, sum spælskipari á landsliðnum - Tað ger hann aftur hesaferð


Okkara poddvarpsframleiðari, Helgi Hildarson Hoydal, hevur eisini trokað seg við ímóti Luksemborg - So næsti trokpoddur verður helst eitt sindur seinur á gøtunum





bottom of page