top of page
  • Sjúrður

"Hamrandi svangir og fult fokuseraðir"

U18-Landsliðsvenjarin er sera fegin um hugburðin í hópinum.

Trok.fo prátaði við Djóna Gaard Joensen eftir seinna sigurin á Norra.

Landsliðsvenjarin er serliga fegin um hugburðin á liðnum



Føroyska U18-landsliðið eftir 32-29 sigurin á Norra 6. 11. 2021. Aftast frá vinstru: Hjalti Mohr Jacobsen (venjari), Djóni Gaard Joensen (venjari), Rói Thomsen, Óla Jákup G. Olsen, Marcus Bramsen, Tóki Fríðriksson, Ísak Vedelsbøl, Sofus í Selvindi, John Skaalum Vilhelm, Rókur Ziskason, Óli Mittún, Høgni Heinason, Búi Poulsen, Ári Dam (málverjuvenjari) Durit Rouch (fysio) Fremst frá vinstru: Tróndur Johnsson, Torstein Sivertsen, Philip Harper Müller, Trúgvi Hávardsson, Leivur Joensen, Alexandar Lacok, Rói Haldansen, Rói Hjaltason Seyer, Helgi Poulsen, Niklas Gaard

- Eg eri øgiliga væl nøgdur við vikuna, sigur fegni landsliðsvenjarin, Djóni Gaard Joensen.

Hann hevur júst sæð lið sítt, føroyska U18-landsliðið hjá monnum, vinna enn einaferð á Norra. Eins og hóskvøldið við trimum málum. 32-29 til Føroyar gjørdist úrslitið hetta leygarkvøldið í Høllini á Hálsi.



Ein góð venjingar- og dystarvika er komin at enda hjá U18-landsliðnum, sum nú av álvara er farið at fyrireika seg til EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í august 2022, har Føroyar bjóða 15 tær sterkastu hondbóltstjóðunum í Evropa av. Tað krevur góðar fyrireikingar.


- Tað hevur verið nógv repititión alla vikuna. Har hevur verið nógv, sum dreingirnir líka skulu uppfríska. Tað er eisini nógv at taka ígjøgnum aftur, nú vit eru savnaðir fyri fyrstu ferð síðani í juni, sigur annar av landsliðsvenjarunum, Djóni G. Joensen. Hesaferð máttu Føroyar stríðast harðari fyri sigrinum enn hóskvøldið.


- Eg eri ræðuliga væl nøgdur við dystin í dag, og at hóast vit verða pressaðir, so klára vit at halda høvdið kalt og avgera dystin at enda, greiðir Djóni frá.


Hesin seinni dysturin leikaði eisini nógv javnari á enn fyrri dysturin, tá ið Føroyar rann Norra um koll í fyrra hálvleiki.


- Nú veit eg ikki heilt hvussu norðmennirnir høvdu sett sett seg upp til tann fyrsta dystin, men tá vóru vit í øllum førum klárir og greiddu okkara setning rættiliga greitt, sigur Djóni.


Sera góður hugburður í hópinum

- Í dag eru hinir kanska eitt sindur meira tendraðir til dystin, meðan vit koma inn við somu tendringini sum vit høvdu fyrsta dystin.

- Av tí sama verður tað ein tættur dystur, har vit framvegis fáa marginalarnar á okkara síðu - og so koppa vit tað okkara veg við einum fantastiskum innsatsi yvir alla linjuna.

- Tað er ordiliga positivt, sigur venjarin, sum er sera fegin um hugburðin í hópinum.


- Eg eri øgiliga ovfarin av dreingjunum. At teir, eftir at hava verið fyri so nógvum útsetingum, allíkavæl møta upp til venjing - hamrandi svangir hvørja ferð og fult fokuseraðir

- Til venjingarnar er tað full kapping á og tað er kríggj til hvørja venjing. Tað er fantastiskt at venja hesar dreingirnir, sum eru so ágrýtnir, greiðir Djóni frá.


Væntanirnar til hendan árgangin munnu vera stórar eftir hesi bæði megnaravrik ímóti Norra, men eingin ræðist trýstið, ger venjarin greitt.

Hann mælir kortini til at sláa kalt vatn í blóðið:


- Vit hava nógvar góðar leikarar og gott fólk rundan um hópin so vit tola væl trýstið.

Men nú skulu vit eisini hava í huga, at hetta vóru nakrir vinardystir og fyrstu dystirnir hjá okkum, so vit skulu als ikki leypa framav.

Men vit fara nú at arbeiða øgiliga málrættað eftir EM-endaspælinum í august.


Og har eru nógv jaligt at hava við í skjáttuni til Montenegro:


- Eg eri serliga væl nøgdur við, at vit yvir allan dystin, halda fokus, hava góðan anda allan vegin og at vit spæla klókt.

Sjálvandi eru nakrar støður, sum kundu verið betri, men so fer altíð at vera.

Eg eri øgiliga væl nøgdur við hugburðin hjá dreingjunum, og at teir eru so til reiðar til uppgávuna, allir sum ein.

Allir levera yvir alla linjuna, og tað sóu vit eisini í fyrsta dysti, sigur Djóni, áðrenn vit spyrja hann hvat vit áskoðarar skulu vóna til EM-endaspælið:


- Eg veit ikki hvat tit skulu tora at vóna. Men tit kunnu í øllum vænta at síggja nakrar hamrandi svangar dreingir, sum fara inn at spæla fyri Føroyar og fyri at vinna hvønn dyst. Og innsatsurin skal ongantíð liggja eftir, lovar Djóni Gaard Joensen, landsliðsvenjari.




bottom of page