• Sjúrður

StÍF og Kyndil tevja okkurt í dag

Særdu risarnir, VÍF og Neistin skulu ressast í dag

Tippa dystirnar niðast


Dagsins dystir:

Vit hava trokað um Stjørnan - EB í SMS-deildini eisini. Les tað við at trýsta HER


Í Burn-mansdeildini skulu tveir særdir risar ressast í dag.

VÍF og Neistin hava verið negldir fastir í toppinum á føroyskum manshondbólti seinastu árini, men hava byrjað kappingarárið við slakari úrtøku.

Neistin tapti á heimavølli ímóti Team Klaksvík - Tað hevur síðani víst seg at ikki vera so serligt kortini. Men eitt vónbrot var tað óansæð.

Mánadagstrokið tók saman um tann dystin - Les tað við at trýsta HER


VÍF hevur einki stig eftir tveir dystir - og serliga ósigurin á heimavølli ímóti StÍF mundi svíða illa. (Les tað mánadagstrokið við at trýsta HER)

VÍF er ikki í kreppu enn, men alt annað enn ein tryggur sigur ímóti Kyndli fer at órógvað sjálvsfatanina í Vestmanna.


Tí bæði StÍF og Kyndil liggja omanfyri føstu Topp-4-liðini á stigatalvuni. StÍF og Kyndil spældu javnleik í fyrsta umfari. Og so kunnu vit endurtaka, at StÍF VANN ALTSO Í VESTMANNA - Tað kann eisini eydnast í Havn í dag

Eg trúgvi at tað kann tæna StÍF seta ferðina upp ímóti Neistanum. Kvikleikin er aftur styrkin, og tað kann hugsast, at Pætur Barclay og Ivan Mrdalo kunnu revsa í skjótálopunum. Og so skal Pætur Johansen sjálvandi aftur leypa á við ferðini hjá sær.


TROK tippar javnleik(!)


Kyndil skal minna seg á hvussu tað eydnaðist at smildra VÍF sundir í steypakappingini í fjør. Eg havi framvegis ikki fatað hvussu tað hendi. Jú, Bartal var heima og gjørdi stóran mun, men tað var eisini eitt VÍF-lið, sum spældi illa - Tað kann sjálvandi kann tað endurtaka seg.


Vit vænta kortini, at VÍF fær sín fyrsta sigur í dag. Eg ivist bara í um hann verður nóg stórur til at vinna VÍF sjálvsálitið aftur beinanvegin.