top of page
Sjúrður

Stjørnan sníkir seg upp um radaran í dag

Stjørnan kann kynda upp aftur meira undir hondbóltsfepurin í Klaksvík í dag - Tað gongur út yvir EB

Tippa niðast


Dagsins dystir:


Stjørnan flýgur undir radaranum


Favorittleikluturin í dag er størstur í Klaksvík, har hondbóltsfepur man valda, nú Team Klaksvík gjørdi enn eitt hál í Hoyvík í gjár, og vann 29-28.


Ein hollur hondbóltsheili - gaman í úr H71 - segði við meg nú ein dagin, at Stjørnan fleyg dekan og nógv undir radaranum hjá okkum.

Tað er rætt, men eg hugsi eisini at vit bíða eftir at Stjørnan ger ein Team Klaksvík og vinnur á hinum topp-4-biðlunum. Tað fara tær ivaleyst at gera, og um vit skulu gera eina máttarmetan av SMS-deildini, so er StÍF avgjørt ímillum fýra tey fremstu í styrki.

Stjørnan man ætla sær at vinna við minst 20 ímóti EB í dag fyri at endiliga leggja seg omanfyri miðlaradaran


Fyrsta takið hjá EB aftur í SMS deildini tykist tungt. Tveir teir fyrstu dystirnir eru taptir við 20 málum ímóti H71 og Neistanum.


EB skal hugsavna seg um at ressast. Eg ivist ikki í at tað verður betri.


Eg tippi ein trivaligan Stjørnusigur.


Hvat tippa tit?






Comentários


bottom of page