top of page
  • Sjúrður

Beinleiðis podvarp úr Drammen: Trok.fo sigur frá Evropa Cup-dystinum í dag

Updated: Oct 24, 2021

TROK hevur beinleiðis podvarp í dag, har H71-fjepparar siga frá Evropa Cup-dystinum ímillum H71 og Drammen -

Helgi og Gunnar eru við beinleiðis frá H71-fjepparafjøldini í Drammen eitt sindur áðrenn klokkan 14.00


Vit siga frá umvegis altjóða tænastuna, Podbean. Til ber at lurta beinleiðis á telduni uttan at gera brúkara. Á telefonini er neyðugt við Podbean-appuni (hon er ókeypis)


TRÝST HER FYRI AT LURTA (krevur ókeypis appina, Podbean, um tú brúkar telefon - Brúkar tú teldu er bert eftir at trýsta á play)


Helgi (høgrumegin) hevur mikrofonina við í høllina í Drammen í dag. Hann og Gunnar fara at siga beinleiðis frá dystinum á netinum

Í dag spæla H71 og Drammen seinna Evropa Cup-dystin

Og í dag gera vit eina serliga roynd á Trok.fo.


Vit fara at gera podvarp og vit fara at gera tað beinleiðis í samband við Evropa Cup-dystin ímillum Drammen og H71.

Dysturin verður leiktur í Drammen í dag, sunnudagin, klokkan 14.00 føroyska tíð.


Eitt sindur áðrenn klokkan 14.00 standa tveir royndir viðmerkjarar á FM1, Helgi Hildarson Hoydal og Gunnar Djurhuus við mikrofonini. Teir fara at senda beinleiðis av áskoðaraplássunum hjá H71.


Fyrri dysturin var leiktur í Føroyum fyri einari viku síðani. Drammen vann 24-22. Tað er samanlagdi vinnarin, sum fer víðari í EHF European Cup kappingini.



Frásøgnin er ókeypis og óheft og hoyrist bert á netinum, umvegis podvarpstænastuna, Podbean.

Vit vóna at tað fer at rigga væl.


Lurtar tú á teldu, er bert at trýsta á leinkjuna niðanfyri, og síðani trýsta á play.


Brúkar tú telefonina verður tú biðin um at taka Podbean-appuna niður

(Hon er ókeypis, og Sjúrður brúkar hana regluliga at lurta eftir podvarpi við)




Dysturin kann annars síggjast á ehftv.com og handballtv.com (við norskum frásøgumanni)




bottom of page