top of page
  • Sjúrður

Topptrok og kenslubornir klaksvíkingar

Updated: Sep 28, 2021

Team Klaksvík trokar seg upp á fremsta pláss, men tað er sannlíkari Stjørnan, sum fer at draga heiðursmerki til Klaksvíkar í ár - Um ikki Turið Arge Samuelsen trokar Stjørnuna burtur aftur

- Hetta trokaði seg fram í triðju viku:





"Vit liggja nummar eitt! Vit liggja nummar eitt!"


Útiskiftirúmið í Hoyvíkshøllini rungaði. Team Klaksvík hevði fingið sín fyrsta landskappingarsigur nakrantíð í Hoyvík, eftir ein øgiligan spenningsdyst.


Team Klaksvík hevur nú spælt tríggjar útidystir ímóti mettum topp-4-biðlum. Vunnið tveir og vóru óhepnir at bert fáa javnleik í einum. Hinir báðir eru vunnir í seinastu løtu. Og tað er ein serlig dygd, ið kanska mest snýr seg um kenslur.


Seinastu tíggju minuttirnar í Hoyvík vóru stór sveiggj í støðuni. 24-21 til H71 gjørdist 26-24 til Team Klaksvík, og síðani kom H71 fram um 28-27.

Spurningurin var, um klaksvíkingar megnaðu at sveiggja dystin hin vegin aftur.

Og tað eydnaðist við tí, sum eg nú havi hug at rópa kenslubornum hondbólti.


Kensla og tev


Hugtakið eigur Andrias Eriksen, sum viðmerkti dystin við mær á FM1.

Tað var í eini lýsing av Team Klaksvíksstjørnuni, Vuk Stevanovic, tá ið vit sum ikki einaferð vóru hugtiknir av, hvussu alt møguligt óvæntað tykist henda rundan um hendan leikarin.


Tað meinast við at hann spælir upp á eitt instinkt - eitt serligt tev fyri bóltinum, spælinum og málinum, sum tekur øll á bóli.

Tað tók ein H71-ara á bóli, tá ið Vuk slerdi bóltin leysan, rak bóltin oman í - eftir øllum at døma vandaleysa -hornið í høgru og síðani rullaði seg leysan og skoraði til 25-24.


Kenslurnar smitta


Og so venda vit aftur til tað, sum vit hava sagt um Team Klaksvík nakrar ferðir nú. Viðleikararnir gerast nú betri, tá ið teir hava vant seg við hetta kensluborna spælið.

Hetta serliga tevið fyri møguleikanum sýndu teir báðir, Tummas Simonsen og Jens Pauli Mohr, tá ið teir avgjørdu dystin seinastu løtuna.


Klaksvíksálopið var so at siga dottið sundir , tá ið Tummas brádliga fann sær ein møguleika burtur úr ongum á vinstra vongi og javnaði til 28-28.

Løtu seinni tveitti H71 bóltin burtur uttan málverja, og Jens Pauli Mohr kendi á sær at nú skuldi hann avgera dystin - og gjørdi tað uttan at ivast.


Átrokandi sigurskenslur í Klaksvík


Og so lá Team Klaksvík nummar eitt, og hondbóltsfepurin kann kykna í Klaksvík.


Tí meðan okkara kensla nú er, at Team Klaksvík kann koma í endaspælið í ár, so eru vit púra sannførd um, at Stjørnan fer í topp-4. Har er málið nú topp-1



Eg komi at hugsa um fyrsta dystin hjá Stjørnuni, sum eg segði frá í fjør. Tað var 22. oktober 2020, og Neistin vitjaði í Klaksvík. Eg kom í høllina og mátti síggja eitt nakað skert stjørnulið vera aftanfyri 10-1 eftir lítlari løtu. Ikki so hugaligt at eygleiða.


Tann dysturin endaði 45-23 til Neistan, og so løgdu vit ikki so nógv í Stjørnuna longur.

Men eftir jólini fór okkurt at henda, og Stjørnan fór at arga bæði Neistan og H71.


Stjørnan sorlar nú hini


Og nú sunnudagin so sundursorlaði Stjørnan EB við 40-14.

EB skal halda fram at ugga seg við, at tað brádliga kann batna - Tað er sjón fyri søgn við Stjørnuni.


Kenslan í dystinum sunnudagin var hendan her tú onkuntíð sært, tá ið føroyskir áhugaleikarar standa yvirav altjóða yrkisleikarum.

Durita Jojic og Durita L. Johansen hava gjørt øgiligan mun, nú tær eru aftur í Stjørnuni, og verjan er ræðandi saman við Helene Madsen.

Breiddin er øgilig, har Tóra Eliasen og Iulia Nalivko hava betri stuðul enn í fjør, og so er Mina Henriksen (fyrr Lava Sirdal) við aftur, samstundis sum Katrin Bertholdsen heldur fram við at skora eina rúgvu av málum.


Stjørnan spælir ímóti Kyndli leygardagin klokkan 19.00 í Havn, og tá fáa vit eina veruliga ábending um, um vit skulu meta Stjørnuna ímóti topp-4 ella í topp-1.


Troka Turið og tær Stjørnuna niður á jørðina aftur?


Tað er so eitt kyndilslið, sum hevur heitasta leikaran í Føroyum júst nú.

Nú hava vit sagt tað nakrar ferðir, men Turið Arge Samuelsen skoraði 20 mál úr opnum spæli mikukvøldið ímóti VB - sum høgri bakkur.


Leygardagin var mótstøðan hægri styrkismett, men ímóti H71 var Turið aftur flúgvandi á bakkinum og skoraði 12 mál. Tey allarflestu við framúr hoppiskotum, sum eingin annar í Føroyum fær gjørt betri í løtuni. Tað verður spennandi um hetta eydnast ímóti stjørnuverjuni.



Framúr fyrsti topp-dystur

H71-verjan var eisini sterk, og hetta var ein framúr hondbóltsdystur sum endaði 26-26.

Øll í høllini trúðu at Bjarta Johansen hevði avgjørt dystin í seinasta sekundi, og eg rópti á FM1, at Kyndil hevði vunnið. Tað passaði ikki.

Bólturin sat fastur í skeivari síðu av netinum.


H71 hevði tað trupult í álopsstøðu í løtum, men við góðum vongspæli eydnaðist tað at sleppa til nógvar møguleikar, ið vóru væl avgreiddir við Evu Barbu Arge í vinstru og Brynhild Pálsdóttir í høgru.

Serliga Brynhild var flúgvandi við sjey málum úr sjey skotum.

So tryggir lámir vongleikarar hanga altso ikki úr trøðunum í SMS-deildini.




Øgiligur leygardagur fyri framman

Og Leygardagurin verður eitt topp-4-stríð, tí fyrr um dagin spæla H71 og Neistin eisini. Vit fara at læra nógv um favorittleiklutirnar leygardagin.


Mikukvøldið skal Neistin eisini inn á Skála, at hevna FM-finalurnar í vár. Eg hugsi at tað skuldi eydnast, tí StÍF tykist ikki at vera komið væl inn í kappingarárið. Men tað kundi vent við einum sigri - ella góðum avriki annars - mikukvøldið.


TROK tegir

Hjá monnum trokaðu VÍF og Neistin okkum í skammikrókin.

Vit ivaðust í um VÍF fór at vinna við nóg nógvum á Kyndli, meðan vit tippaðu javnleik ímillum Neistan og StÍF.

VÍF vann 33-15 á Kyndli. Filip Jojic skoraði 15 mál úr opnum spæli.


Vilt.


Neistin vann greitt 27-35 á StÍF, sum eg skilji var uttan Eli Gærdum.



Vikunnar bestu leikarar


SMS-kvinnudeildin

Hetta hevur ongantíð verið lættari. Turið Arge Samuelsen er besti leikari í Føroyum hesa vikuna. 32 mál upp á tveir dystir - harav 12 í topp-brakinum ímóti H71.

Vauv.


Burn-mansdeildin

Tað er eins lætt við mansleikarunum.

Tað er ótrúliga trupult at hyggja annan veg, enn eftir stórskjúttan í Vestmanna.


Filip Jojic er vikunnar besti leikari. 15 mál úr opnum spæli. Var tað ikki tí at vit hava sæð Filip gjørt tað fyrr, so hevði alt hetta mánadagstrokið snúð seg um hann. Tað er vilt, at vit næstan bara siga "ok" til eitt sovorið avrik.



Leikarar, úrslit og málskjúttar í viku 3


SMS-kvinnudeildin


Burn-mansdeildin


Toppskjúttar eftir viku 3


SMS kvinnur


Burn menn



bottom of page